Fýra fólk doyðu í einum ísraelskum álopi í eystara parti av Libanon, skriva almennir libanskir miðlar.
Ísrael sigur seg hava lopið á militantar palestinar í økinum.
Ein ísraelsk drona leyp á ein bil á markinum millum Libanon og Sýria, upplýsir libanska tíðindastovan National News Agency. Tíðindastovan skrivar at fýra lík vóru í bilinum, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



