Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak
Innlendis ítróttur

FC Suðuroy: Nú páskaferia er hjá skúlaungdóminum er Marghøllin í Vági karmur um árliga fótbóltsskúlan hjá FC Suðuroy, sum verður skipaður saman við Suðuroyar Sparikassa.

Hóast veðrið í Vági ídag einki er at reypa av, so hevur Marghøllin í hvussu er roynst sera væl nú fyrsti dagurin á fótbóltsskúlanum er farin afturum.

Longu frá kl. 9 í morgun var stákan í Marghøllini og tá ið børnini komu klokkan knapt 10 var alt klárt so byrja kundi at venja.

Við upphitan, tekniskarvenjing og síðani ymiskum stuttligum kappingum fór fyrraparturin skjótt fyri børnini. Døgurði var etin og so fóru tey aftur til venjinginar áðrenn dagurin í Marghøllini endaði við nógvum ymiskum dystum. 

Tá ið dagurðin endaði og øll fingu t-shirts og frukt lá leiðin hjá teimum flestu yvir í Pálshøll har tey kunnu svimja. Økið á Oyrunum í Vági til rørlsu og virksemi vísir seg í hesum døgum at roynast sera væl.

Í morgin er so seinni dagurin á fótbóltsskúlanum hjá FC Suðuroy á skránni, tá ið børnini eru í gongd frá kl. 10-14, ímeðan tey yngru fara heim kl. 13.

Tað var í fjør at venjararnir í FC Suðuroy høvdu fótbóltsskúla tá ið skúlabørn fóru í summarferiu, men tá vístu venjararnir á, at kanska skuldi ein roynt at hildið fótbóltsskúla í páskaferiuni og tað verður so roynt hesar dagarnar í Vági.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #