Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak
Onnur tíðindi

Janus Petersen skal hava roynt at snýtt tað almenna fyri yvir tvær milliónir krónur í meirvirðisgjaldi í samband við íbúðarbyggingar, og ákæruvaldið vil hava hann dømdan fongsulsrevsing umframt bót.

Tað skrivar Frihedsbrevet.

Janus Petersen fór í 2015 frá sum stjóri í Føroya Banka, hann fekk slakar 10 milliónir krónur við sær í fráfaringarløn og fór nakað seinni undir at byggja íbúðir við Karlamagnusarbreyt og Ingibjargargøtu í Havn. Tað gjørdi hann ígjøgnum tvey smápartafeløg, hann eigur, Frami og Frami bygging. Og tað eru hesi bæði feløgini sum sínamillum ikki hava havt ordan í mvg roknskapinum, meinar ákæruvaldið. 

Janus Petersen sigur við Frihedsbrevet, at talan er um eitt trætumál ímillum seg og Taks og hann hevur ikki aðrar viðmerkingar til málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #