Heygadalur í Vestmanna mai 2026
Tá undan roynarboringin var bora á Førka í mai 2025
Heygadalur í Vestmanna mai 2026
Tá undan roynarboringin var bora á Førka í mai 2025
Jarðfeingi: Hesa vikuna eru 30 luttakarar úr øllum heiminum á verkstovu á Jarðfeingi í sambandi við evropeisku royndarverkætlanina DecarbFaroe. Verkætlanin hevur sum endamál at kanna, um tað letur seg gera at brúka føroyska basaltið til trygga og varandi goymsla av CO₂.
Eydnast verkætlanin, kann hon gerast vegvísari til, hvussu føroyska basaltið kann gerast ein umráðandi viðspælari til at gera smáar og bíligar CO₂-goymslur og á tann hátt ein týðandi liður í einari globalari loysn.
“Tað, vit fara at gera, er, at vit fara at koyra CO₂ upployst í vatni – brúsuvatn – niður í basaltløgini í undirgrundini. Har reagerar CO₂ síðani við grótið og gerst um til tinnur”, sigur Rakul Maria Johannesen, Ph.D.-lesandi á Jarðfeingi.
Í sambandi við verkstovuna verður alment tiltak í Finsen í Tórshavn mikukvøldið 20. mai kl. 19, har greitt verður nærri frá royndarverkætlanini. Høvi verður eisini at seta spurningar og kjakast um evnið CO2-goymsla.
“Orsøkin til, at vit ynskja at bjóða fólkið til kunningarfund, er tí, at vit vilja greiða frá okkara ætlanum so tíðliga sum til ber, so vit kunnu fáa so nógvar spurningar og ivamál fram sum møguligt”, sigur Rakul Maria Johannsen.
Millum føroysku luttakararnar í royndarverkætlanini eru umframt Jarðfeingi: Bakkafrost/Førka, SEV og IRF. Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan eru umboðað í ráðgevingarbólkinum.
Verkætlanin sameinir vinnu, granskingarumhvørvi og almennar partar, har øll lyfta í felag fyri at vísa á eina tekniskt møguliga, búskaparligt haldgóða og sosialt viðurkenda loysn til varandi goymslu av CO₂.
DecarbFaroe-royndarverkætlanin hevur egna heimasíðu, har meira kann lesast: www.decarbfaroe.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



