Gransking hjá Tórunn Ósá, námslektara og PhD-lesandi, vísir, at gentur við ADHD og autismu bíða longri eftir útgreining, og hava tí størri vanda fyri strongdartengdum sálarsjúkum.
Tórunn hevur granskað í journalum frá Landssjúkrahúsinum og Almannaverkinum hjá børnum, sum fingu staðfest ADHD, autismu ella bæði á Barnapsykiatriini í árunum 2004–2022.
Úrslitini vísa greitt, at sein útgreining økir um vandan fyri strongdartengdum sálarsjúkum. Av tí at gentur ofta bíða longri eftir útgreining, eru tær eisini í størri vanda enn dreingir.
Á Femifagnaðinum í Norðurlandahúsinum 7. mars helt Tórunn fyrilesturin: “Heilsan hjá ungum kvinnum við ADHD og autismu – ein serligur váði fyri strongdartengdar sálarsjúkur.” Øll framløgan liggur á adhd.fo
Her vísti Tórunn á, at eisini innan ADHD og autismu eru kvinnur verri stillaðar.
Granskingin vísir, at gentur fáa staðfest ADHD 13 mánaðir seinni enn dreingir. Samstundis er bíðitíðin til barnapsykiatri tann longsta í føroyska heilsuverkinum.
Barnið, ið bíðaði longst bíðaði í 3 ár.
Tølini vísa eisini ein týðiligan mun:
- Av 94 gentum við ADHD høvdu 26,6% eina strongdartengda sálarsjúku
- Av 190 dreingjum við ADHD høvdu 10% eina strongdartengda sálarsjúku
Strongdartengdar sálarsjúkur eru til dømis:
- angist
- tunglyndi
- etingarólag
- sjálvsmorðsroyndir
- rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtslu
Eitt av týdningarmestu úrslitunum í granskingini er, at tess yngri børnini eru, tá tey fáa útgreining, onga ella færri sálarsjúkur hava tey.
Tí er tíðlig hjálp ikki bara ein heilsuligur spurningur – men eisini ein spurningur um etikk, mannarættindi og javnstøðu.
PhD-verkætlanin hjá Tórunn verður liðug í summar. Ein vísindalig grein úr granskingini er longu útgivin í vælumdømda europeiska barnalæknafrøðiliga tíðarritinum BMC Pediatrics.
https://link.springer.com/article/10.1186/s12887-026-06521-2
Vit fara framhaldandi at vísa til og miðla úrslitini úr hesum týdningarmikla arbeiðinum, sum vónandi fær stóran týdning fyri barnapsykiatriska økið og fyri limir okkara.
Framløgan er løgd við við loyvið frá Tórunn
Femifagnaðurin 2026 varð skipaður av Damudomi, Kvinnufelagnum og Javnstøðunevndini.
/ADHDfelagið
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



