Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire
Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-120/2025 eftir § 52a í Tingskipanini frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um Skúlan á Trøðni.

Fyrispurningurin:  
1. Hvat er status fyri arbeiðið við at lýsa námsfrøðiligu og fysisku karmarnar í skúlanum?

2. Er tíðar- og kostnaðarætlan gjørd um, hvussu ljóðviðurskiftini kunnu betrast?

3. Hvussu er ætlanin at arbeiða víðari við at dagføra námsfrøðiligu og fysisku karmarnar? 

Svar 
Til 1:
. Landsverk hevur arbeitt við at eyðmerkja og lýsa tørvin á dagføringum av Skúlanum á Trøðni, tó at tað ikki er gjørd nøkur beinleiðis tørvs- og funktiónslýsing av námsfrøðiligu og fysisku kørmunum, sum varð umrødd í sambandi við fíggjarlógararbeiðið.  

Skúlin á Trøðni er fevndur av bygningsviðlíkahaldinum hjá Landsverki, og ein røð av viðurskiftum eru eyðmerkt farnu árini. Ymiskt av hesum er eisini gjørt. Eitt nú er reinsiskipanin til svimjihylin skift, øll vindeygu og allar hurðar eru skift farnu fimm árini, og reinsiverkið er eisini skift. Av øðrum týðandi dagføringum, sum eru fyri framman, eru klædningurin sum heild, úthang og takrennir. Hetta er á skrá komandi árini. Tvær nýggjar lyftur eru eisini júst bílagdar til skúlan.

Sambært teimum upplýsingum, sum fyriliggja, er harumframt tørvur á at fáa bygningin dagførdan við brunaávaringarskipan og persónstrygdarskipan. Hetta krevur serstaka játtan á fíggjarlógini.

Til 2: Landsverk hevur gjørt eina ítøkiliga ætlan um at betra um ljóðviðurskiftini í Skúlanum á Trøðni. Ætlanin fevnir um dagføring av bæði loftum og gólvum.

Eftir at løgujáttan varð latin til endamálið, hava Landsverk og skúlin í felag raðfest at dagføra bæði loft og gólv. Hetta merkir, at færri fermetrar verða dagførdir í fyrstu atløgu, men at arbeiðið í teimum útvaldu økjunum gevur eina betri samlaða loysn fyri ljóðviðurskiftini. Raðfest hevur verið at betra um ljóðviðurskiftini í felagsøkjum og økjum, sum frítíðarskúlin eisini nýtir.

Løgujáttanin í 2026 er 2,4 mió. kr., og hetta røkkur til at dagføra umleið ein triðing av fermetrunum, grundað á tey tilboð, sum eru komin inn. Arbeiðið verður gjørt í summarfrítíðini, soleiðis at tað í minst møguligan mun ávirkar skúlagongdina.

Loftsuppgávan fevnir um niðurhongt akustikkloft og nýggj ljós. Gólvuppgávan fevnir um at eftirskrúva gólvini og leggja nýtt linoleum.

Landsverk umhugsar harumframt at raðfesta eina eyka upphædd í 2027 av bygningsviðlíkahaldsjáttanini til framhaldandi akustikkdagføringar.

Til 3: Tørvs- og funktiónslýsingin, sum varð umrødd í sambandi við fíggjarlógararbeiðið, fyriliggur ikki. Saman við viðkomandi pørtum skal greiða fáast á, um tørvur er á at gera hesa lýsing, ella um vitanin sum Landsverk longu hevur til Skúlan á Trøðni er nøktandi grundarlag fyri víðari arbeiðinum við at dagføra karmarnar.

Talan er um ein gamlan bygning, ið hýsir virksemið, sum er nógv broytt síðani skúlin var tikin í brúk. Tí er allarhelst tørvur á at gera eina tørvs- og funktiónslýsing av kørmunum. 

Bárður á Lakjuni 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #