Í morgin verður bert eitt gul millum norðan og eystan, smáskýggjað og sól og hitin 8-10 stig.
Týsdagin frískar hann sum frálíður vindin av eystri, framvegis smáskýggjað og sólløtur og hitin 10-12 stig.
Mikudagin regnar, tað verður eitt lot eystaneftir, men hitin framvegis 10-12 stig.
Hósdagin og fríggjadagin eysturhallur sunnan, samdrigið og onkur dropi men turt fyri tað mesta og hitin 12-14 stig.
Næsta vikuskifti heldur veðrið sær gott fyri tað mesta, tað verður lítil vindur av ymsum ættum, serliga sunnudagin sær sólin og hitin 10-12 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



