Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak
Lesarin skrivar

Ein partur av farna valstríðnum viðgjørdi “tann góða arbeiðsmarknaðin”, sum eitt nú Fakfelagssamstarvið var við til at kasta eitt alneyðugt ljós á. Stytt arbeiðsvika, pensjónaldur, manglandi arbeiðsmegi og útlendsk arbeiðsmegi vóru nakrir av týðandi spurningunum. Nógv minni - um nakað - hevur verið frammi um, at vit í roynd og veru hava ein heldur ósjónligan bólk av fólki, sum kundi luttikið á arbeiðsmarknaðinum – um vit bara skipaðu innsatsin øðrvísi. Tað vildi økt um vælferðina og samstundis verið ein fíggjarligur vinningur fyri samfelagið

Ósjónliga arbeiðsloysið
Ósjónligi vinkulin í kjakinum um góða arbeiðsmarknaðin eri teir borgarir, sum hava veikt ella onki tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Hesi eri tey við sálarligum og sosialum avbjóðingum, fólk sum bera brek, langtíðararbeiðsleys, ella vaksandi talið av ungum fólki, sum als ikki koma inn á arbeiðsmarknaðin, í læru ella útbúgving. Tankavekjandi er, at hesin bólkurin av sosialt útsettum borgarum ynskja sjálvi at koma í eitt starv, ella eina útbúgving. Tað ynskja tey, tí tað at vera í einum starvi snýr seg ikki bara um uppgávurnar ein útinnur.

Luttøka á arbeiðsmarknaðinum - á jøvnum føti við onnur – gevur týdningarmikla sosiala samveru, betri lívsgóðsku, økta sjálvsvirðing og er haraftrat heilsufremjandi.

Ein møguleiki vit ikki brúka
Altjóða gransking vísur greitt, at tað finnast skipanir ella arbeiðshættir, sum betri enn aðrar stuðla undir góðu tilgongdini at fáa útsettar samfelagsbólkar inn á arbeiðsmarknaðin. Best prógvaða skipanin eitur “Individual Placement and Support” (IPS). IPS er upprunaliga mennt innan amerikanska psykiatri fyri 30-40 árum síðani, og hevur síðani flutt seg til Europa, harundir eisini Norðurlond. Fyriuttan psykiatri, verður skipanin í dag brúkt í arbeiðnum við ungum, við langtíðararbeiðsleysum, við heimleysum, við misnýtarum og øðrum bólkum av útsettum borgarum. Orsøkin til útbreiðsluna er, at IPS fær munandi fleiri í varandi vanligt arbeiði, samanborið við aðrar vanligar skipanir. Samstundis hava hesi fólkini arbeitt fleiri tímar samanlagt, tey varðveita longri tilknýti til arbeiðsmarknaðin og tey uppliva betri lívsgóðsku og sjálvsvirðing.

Hvat IPS er
IPS er ein vísindaliga grundað skipan, sum byggir á nøkur greið prinsipp, ið eru avgerandi fyri góðu úrslitini.

Mest grundleggjandi kunnu vit siga, at vanliga hugsanin um, at fólk fyrst skulu í okkurt slag av venjing ella útbúgving, og síðani í arbeiði, er vend á høvdið. Sagt verður ístaðin: fyrst í arbeiði, so venjing ella útbúgving.

Í praksis merkir hetta, at ein skipan skal til, har tað hevur týdning at finna arbeiði skjótast til ber (vanliga verður sagt 1 mánaða), eftir at ein borgari er klárur til arbeiðsmarknaðin. Hetta er fortreytin fyri, at ein góð gongd innan viðgerð kann fylgjast upp við eini góðari tilgongd til eitt aktivt arbeiðslív. Tí er eitt prinsipp eisini, at borgarin fær persónligan stuðul, so langa tíð tørvur er á tí (ikki óvanligt 1-3 ár). Eitt annað týdningarmikið prinsipp er, at arbeiðsgevarin verður væl ílatin til uppgávuna, eitt nú kennir tær avbjóðingar ein ansettur hevur, og fær nøkur amboð til at handfara hesar. Heilt avgerandi er tí eisini samstarvið millum arbeiðsgevarar, viðgerðarstovnar og almennar myndugleikar. Oftani er tað her at avbjóðingar standast, eitt nú tí verandi reglar og fyriskipanir ikki passa til tey prinsippini IPS byggir á, ella tí ymiskir fakligir logikkir og arbeiðshættir stoyta hvør móti øðrum.

Tað sum fær tingini at fungera – stutt sagt–, er vísindaliga lagaða tilgongdin og ein skipan við sonevndum ips-konsulentum, sum hava til uppgávu at stuðla borgarum, at kunna og upplýsa arbeiðsgevarar, umframt at fáa ymisku partanar í tilgongdini inn í eitt tvørfakligt samstarv. 

Ein møguleiki vit ikki brúka
Nógv gott arbeiði verður longu gjørt innan verandi karmar, hetta við vardum arbeiðsplássum, við arbeiðsvenjing og tillagaðum størvum. Avbjóðingin er, at verandi skipanir ikki røkka einum stórum parti av borgarum, sum áttu og kundu verið við. Í Svøríki, Noregi og Danmark hevur verið arbeitt við IPS í meira enn 10 ár, og úrslitini hava verið rættuliga positiv. Danska stjórnin hevur á seinastu fíggjarlógini givið hækkaða játtan til tær kommunur sum arbeiða aktivt við IPS-skipanum. Mest sambæriligt við okkara samfelag er kanska Álandsoyggjarnar, har man hevur arbeitt við IPS sum royndarverkætlan í skjótt tvey ár. Teirra frágreiðingar vísa eina greitt positiva gongd, har meiri enn helvtin av luttakarunum í royndartilgongdini eru komin í varandi størv. Vert er her at hava við, at arbeiðsloysið á Álandsoyggjunum er munandi størri enn her.

Búskaparligur vinningur
At fáa munandi størri part av okkara borgarum ´á kantinum’ ella uttanfyri arbeiðsmarknaðin í ordinera vinnu, vildi givið týðandi fíggjarligt avkast. Hvør borgari, ið flytur seg frá almennari langtíðarveiting til arbeiðsmarknaðin gevur almennar sparing og privata virðisøking. Hóast tilgongdin kann taka tíð, so vísa útrokningar uppá IPS-skipanir aðrastaðni greitt, at úrslitið er munandi samfelagsbúskaparligur vinningur, umframt at hetta styrkir bæði vælferð og heilsu hjá tí einstaka. Í tí ljósi kundi ein føroyskur IPS innsatsur verið ein nýskapandi og strategisk samfelagsíløga.

Tórshavn 30-03-2026
Gestur Hovgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #