Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið fiskar tosk og hýsu og kemur at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fýra eru við Eysturgrønland og tvey við Føroyar. Nøkur hava nýliga landað og fara helst avstað í næstum.
Streymurin verður góður alla vikuna og veðrið sær út til at blíva gott teir flestu dagarnar, so vit vænta nógvan útróður.
Ein djúpvatnstrolari er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Tveir fiska svartkalva. Allir landa í vikuni.
Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.
Ein trolbátur er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og ein er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu og nakað av flatfiski. Báðir landa í vikuni.
Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



