Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney
Vinna

(mynd: Búsetur/fb)

(mynd: Búsetur/fb)

(mynd: Búsetur/fb)

Tað gongur væl í byggivinnuni, og tað sæst aftur í tølunum hjá fyritøkunum sum fáast við at byggja og umvæla sethús og aðrar bygningar.

Ein teirra er Búsetur við heimstaði í Hoyvík.

Árið í fjør gjørdist nógv tað besta í yvirlitinum hjá Vinnuvitan, sum gongur aftur til og við 2004.

Ársúrslitið gjørdist 6,8 milliónir krónur, sum er væl betri enn í 2024, tá úrslitið var 4,3 mió kr. Eisini bruttovinningurin var betri, hann vaks við góðum trimum milliónum krónum og endaði á 36,4 mió kr.

Starvsfólkakostnaðirnir vóru 25 mió kr, sum eru smáar 4 mió kr meira enn árið fyri.

Leiðslan er nøgd við úrslitið, men sigur í frágreiðingini, at ein lítil minking er at hóma í eftirspurninginum, sum kann fara at síggjast aftur í einum heldur lakari úrsliti.

Fíggjarstøðan javnvigar við 34 mió kr, eginognin var 30 mió kr sum at kalla alt er peningur sum stendur á bók.

Sjúrður Holm er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #