Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-122/2025 eftir § 52a í Tingskipanini frá Liljan
Weihe, løgtingskvinnu, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um Sernám og dagstovnaøkið.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørja ávirkan fer samanleggingin av Sernámi og Undirvísingarstýrinum at hava á dagstovnaøkið?
2. Hvussu verður tryggjað, at dagstovnar fáa skjóta, dygdargóða og atkomiliga sernámsfrøðiliga ráðgeving?
3. Hvussu verður dagstovnaøkið formliga umboðað í nýggju bygnaðarligu skipanini?
4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at styrkja fyribyrgjandi og inkluderandi arbeiðið í dagstovnum?
5. Fer landsstýrismaðurin at taka stig til eina greiðari skipan fyri ábyrgdarbýti og samstarv millum kommunur, dagstovnar, Sernám og landsmyndugleikar í sambandi við børn við serligum tørvi?
Svar
Til 1: Málið við samanleggingini av Undirvísingarstýrinum og Sernámi er at tryggja størri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og øll virkisøkini, sum Sernám veitir ráðgeving til Dagstovnarnir eru eitt av hesum økjunum.
Til 2: Í sambandi við bygnaðarligu umleggingarnar verður í løtuni arbeitt við fleiri menningarátøkum, sum hava sum mál at tryggja, at tað er eitt gott samband millum virkisøkini og Sernám. Dagstovnaøkið er við í hesum arbeiðinum og fer eisini at fáa gagn av hesum.
Til 3: Arbeitt verður við at styrkja formliga sambandið millum dagstovnaøkið og útbúgvingarverkið við at ein menningareind er skipað í Námi og ein samstarvsnevnd verður sett millum land og kommunur á dagstovnaøkinum. Nýggja bygnaðarliga skipanin fyri Sernámi er ikki skipað við formligari umboðan fyri einstøku virkisøkini, men virksemið er skipað soleiðis at tað røkkur øllum virkisøkjum.
Til 4: Arbeitt verður í løtuni við einum uppskoti til broyting av dagstovnalógini, har lagt verður upp til at styrkja fyribyrgjandi og inkluderandi arbeiðið á dagstovnaøkinum. Sambært uppskotinum skulu kommunurnar tryggja øllum dagstovnatilboðum atgongd til námsfrøðiliga ráðgeving, sum fevnir um námsfrøðiliga vegleiðing, inklusjón og fyribyrgjandi tiltøk.
Endamálið við uppskotinum er at styrkja dagliga fakliga arbeiðið á dagstovnum og at tryggja, at børn við avbjóðingum fáa stuðul so tíðliga sum gjørligt, áðrenn tørvur verður á meira víðfevndum sernámsfrøðiligum ella tvørfakligum tiltøkum. Somuleiðis verður lagt upp til, at felags faklig stevnumið, leiðbeining og karmar verða mentir fyri dagstovnaøkið.
Til 5: Í arbeiðinum við uppskotinum um broyting av dagstovnalógini verður lagt upp til eitt greitt ábyrgdarbýti millum kommunur og land á dagstovnaøkinum. Sambært uppskotinum skulu kommunurnar hava ábyrgd av námsfrøðiligu ráðgevingini, meðan landið skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving, tá talan er um børn við serligum ella samansettum tørvi.
Harumframt verður lagt upp til, at landsstýrisfólkið fær heimild at áseta nærri reglur um samskipan, samstarv, upplýsingargongd og ábyrgdarbýti millum námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu ráðgevingina. Eisini verður skotið upp at skipa eina samstarvsnevnd fyri dagstovnaøkið við umboðum fyri land og kommunur, og eitt fakligt Dagstovnaráð, sum skal ráðgeva hesi samstarvsnevnd.
Bárður á Lakjuni
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



