Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður 
Svarari:  Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum 
Evni: Kostnaður av grønum stuðulsskipanum

Spurningar:   
1. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el-, vetnis- og hybridbilum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

2. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el-, vetnis- og hybridbilum við lægri skrásetingargjaldi, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

3. Hvussu nógvir el-, vetnis- og hybridbilar eru seldir, síðani stuðul er latin til hesar og tey 5 árini undan, býtt á ár?

4. Hvussu nógv hevur tað kostað landskassanum at lata el- og vetnis bilum lægri vektgjøld, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk?

5. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla hitapumpuskipanum og jarðhitaboringum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

6. Hvussu nógvar hitapumpur eru seldar, og hvussu nógv jarðhitahol eru boraði, síðani stuðul er latin til hetta og tey 5 árini undan, býtt á ár?

7. Hvussu nógv metir Fíggjarmálaráðið, at allar tær grønu stuðulsskipanirnar hava kostað landskassanum, frá tí at tær blivu settar í verk til dagin í dag?

8. Allar grønar stuðulsskipanir vera fasaðar út, undantikið stuðulin sum el- og vetnisbilar fáa í vegskattinum. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað við hetta?

Viðmerkingar: 
Tað eru nógvar grønar stuðulsskipanir settar í verk fyri at fremja grøna orkuskiftið.

Hesar skipanir vísa seg tó at verða rættiliga dýrar fyri landskassan. Flestu av teimum vera fasaðar út nú, men spurningurin verður settur fyri at fáa dagførd tøl uppá, hvat hesar stuðulsskipanir hava kostað landskassanum higartil. 

Á Løgtingi, 17. februar 2026 
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #