Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca
Onnur tíðindi

Atlantic Airways: Dátueftirlitið hevur í dag almannakunngjørt, at Dátueftirlitið hevur meldað Atlantic Airways til løgregluna fyri brot á dátuverndarlógina og mælir samstundis til, at málskravið verður ein sekt á 14 mió. kr.

Talan er um eina hending, har eitt starvsfólk hjá Atlantic Airways hevur latið ein geyma til ein uttanhýsis veitara við einum filmsbroti frá fyrimyndarliga bjargingararbeiðnum í sambandi við syrgiligu vanlukkuna, tá ið línuskipið Kambur fekk ein sjógv og sakk. 14 mans vórðu bjargaðir. Veitarin, sum selur trygdarútgerð til bjargingararbeiði, hevði av misgáum lagt filmsbrotið á Youtube, har tað varð víst 300 ferðir.

Atlantic Airways skal boða frá, at felagið er grundleggjandi ósamt við avgerðina hjá Dátueftirlitinum.

- Felagið ásannar, at eitt mistak er farið fram og hevur longu nú tikið stig til at tryggja innanhýsis mannagongdir soleiðis, at eitt slíkt mistak ikki hendir aftur.

- Samstundis kann felagið á ongan hátt góðtaka niðurstøðurnar hjá Dátueftirlitinum, umframt at felagið ikki kennir seg aftur í atfinningunum og tí, ið annars ført verður fram.

- Somuleiðis metir Atlantic Airways, at sektaruppskotið ikki stendur mát við sjálvt mistakið. Er yvirhøvur talan um eitt brot, eigur ein møgulig sekt at verða munandi minni. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #