Innsent: Sum siður er, skipa kirkjurnar og prestarnir í Suðurstreymoy fyri útigudstænastu 2. hvítusunnudag á ovara vølli í Gundadali.
Útigudstænastan byrjar kl. 11.00. GHM og Havnar Hornorkestur spæla til sálmasangin.
Gudstænastan er fyri alla familjuna – børn og vaksin – og eftir gudstænastuna eru øll boðin í Badmintonhøllina til ein drekkamunn.
Innsavnan verður til Føroyska Bíbliufelagið, og eisini verður høvi at ogna sær nýggju útgávuna av Nýggja testamenti, sum júst er útkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



