Ríðisambandið: NM í gonguløgum verður í Svøríki í august í ár. Í hesum sambandinum verður ein nýggj mannagongd roynd, har m.a. ein landsliðssamskipari er settur.
Tað er eitt stórt og krevjandi arbeiði at fara avstað við rossum til kappingar uttanlands. Higartil hava luttakararnir sjálvir í stóran mun tikið sær av øllum í sambandi við hesar altjóða kappingarnar. ÍSF hevur eina pulju, sum er avsett til altjóða kappingar, sum til ber at søkja stuðul úr, ið fevnir um 50% av útreiðslunum.
Fyri at fáa stuðul úr altjóða puljuni hjá ÍSF skulu nøkur ávís krøv lúkast. Fyri at lætta um byrðuna hjá íðkarunum, er Gunrid Hansen nú sett sum landliðssamskipari hjá Ríðisambandi Føroya fyri 2026.
Gunrid Hansen er útbúgvin námsfrøðingur frá 1998, har hon hevur royndir bæði í leiðslu og samskipan. Harafturat hevur hon eina útbúgving í rossa- og ríðiterapi, sum hon tók í 2017, hon hevur undirvíst í ríðing, skipað fyri ríðilegum og er nationaldómari. Gunrid hevur riðið, síðani hon var smágenta og hevur bæði riðið kapp og kappast í gongulagskappingum ígjøgnum árini.
Landliðssamskiparin hevur í høvuðsheitum hesar uppgávurnar:
-
Samskipa alt virksemi viðvíkjandi landsliðnum
-
Vera liður millum landsliðið og Ríðisambandið
-
Fylgja øllum reglugerðum og kørmum, sum FEIF ásetur (FEIF stendur fyri: International Federation of Icelandic Horse Associations)
-
Vera toymisleiðari á staðnum til NM
At vera toymisleiðari við altjóða kappingar er rættiliga “høgguslokka-uppgáva”, sum m.a. umfatar at taka ímóti íðkarum og rossum, tá tey koma, fara á fundir á staðnum um mangt og hvat, syrgja fyri at øll eru kunnað um alt viðkomandi, sum fer fram á staðnum o.s.fr.
Hesin nýggi leisturin verður fyribils royndur til NM í ár – og so verður ein eftirmeting gjørd, tá ross og reiðfólk eru komin heim aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



