Í fyrstu FM-finaluni í hondbólti hjá monnum møttust finaluliðini frá í fjør (og sreypafinaluliðinu frá fyrr í ár) H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið.
Hóast H71 vóru mettir sum favorittar, vóru tað Føroymeistarnir frá í fjør, sum settu seg á dystin beinanvegin. Við sera kontantum verjuspæli og einum stórspælandi Tórði Guttesen í málinum, vann Kyndil sær eina oddastøðu, sum helst sær heilt til ímóti endanum av dystinum.
H71 skoraði bert 7 mál fyrstu 27 minuttirnar av dystinum. Hinvegin sluppu kyndilsmenn ikki heilt frá hoyvíkingum, tí H71 verjan við Róki Ziskason á odda, sum helst var dagsins leikari, megnaði eisini at halda kyndilsálopinum á rímiliga fáum málum.
Í hálvleikinum var støðan 12-9 til Kyndil.
Sama gongd helt sær fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki. Tá ið knappir 10 minuttir vóru eftir, vóru kyndilsmenn á odda 19-15. Men tá kom vend í hjá H71. Djóni Gaard Joensen, venjari, valdi at spæla 7 ímóti 6 og taka málverjan út í álopsspælinum. Og uppá góðar tríggjar minuttir javnaði H71 til 19-19. Kyndil kom framum aftur við einum máli, tá ið góðir sjey minuttir restaðu í. Men so javnaðu hoyvíkingar og fóru framum fyri fyrsu ferð í dystinum, tá ið góðir fimm minuttir vóru eftir.
Kyndil javnaði. H71 fór framum aftur. Kyndil javnaði. H71 aftur eitt mál á odda. Og so javnaði Kyndil til 22-22, tá ið 20 sekund restaðu í.
H71 tók leikbrá - og í seinastaálopinum, tá ið tvey sekund vóru eftir, var ungi høgri vongurin, William Napoleon Djurhuus, spældur leysur, og hann skoraði trygt til sigurin 23-22 til H71.
Næsta finala verður á heimavølli hjá Kyndli í høllini á Nabb í Havn mikukvøldið. Spælt verður best av fimm dystum. Tað liðið, ið vinnur tríggjar dystir, gerst Føroyameistari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



