Hamas sigur, at "friðarráðið" hjá Donald Trump skal trýsta Ísrael til at steðga tí, sum ráðið lýsir sum brot á vápnahvíldina í Gasa.
- Vit heita á ráðslimirnar um at fremja tiltøk til tess at noyða ísraelsku hersetingina at steðga sínum brotum í Gaza, tí fólkadrápsstríðið móti geiranum er framvegis í gongd, sigur talsmaðurin hjá Hamas, Hazem Qassem, við AFP sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



