Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell
Onnur tíðindi

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sum fyllir 80 ár í dag, hevur fleiri ferðir boðað frá, at ein friðaravtala við Iran er "á trappuni". Seinast í gjár tá  hann segði, at helst verður ein avtala, og væl at merkja ein fyri USA góð avtala, undirskrivað í vikuskiftinum.

Men hann skal ikki vænta sær nakra slíka gávu frá Iran, í øllum førum heldur hernaðargreinarin Michael Clarke ikki, at tað er sannlíkt, at Iran ætlar tað.

Kanska heldur tvørtur ímóti, so kundi Iran hugsað sær at nýtt høvið til at eyðmýkja Trumpin.

- Hví skuldi Iran skrivað undir í dag? Teir fara at bíða nakrar dagar, tá avtalan er meira eftir teirra høvdi, og so haldi eg ikki, at tað verður nøkur góð avtala. Nú vita Iranar, at teir kunnu hava Hormuzsundið stongt ella opið, júst sum teimum lystir, sigur hann millum annað við Sky News.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #