Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Krutl

Í morgin, mánadagin, verður bert eitt gul av landsynningi og eystri, tað verður ælaveður og hitin millum 5 og 7 stig.

Týsdagin verður meira vindur, upp í ein strúk seinnapartin av beinum eystri, okkurt æli fyrrapart men samregn seinnapart, hitin millum 5 og 7 stig.

Mikudagin strúkur í vindi, fyrst av eystri, seinni av landnyrðingi, ælaveður fyrrapart men tað slítur í seinnapart og hitin millum 3 og 5 stig.

Hósdagin frískur vindur av landyrðingi, turt og sólglottar og hitin 2-3 stig.

Fríggjadagin verður kaldari, niður ímóti frostmarkinum men tað verður stilt og pent veður, løtur við sól men kanska eisini okkurt kavaæli.

Næsta vikuskifti verður fyrst norðan, síðani eystan, kalt, um frostmarkið, mestsum stilli leygardagin og sólglottar men sunnudagin sum frálíður lýggjari og hann trilkar vindin, tó turt alt vikuskiftið.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #