Talvsambandið: Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag eru einsamallir á odda við fullum stigatali eftir tvey umfør í FM-einstaklingakappingini í talvi vesturi á Giljanesi.
Favoritturin Høgni Egilstoft Nielsen vann aftur í gjár. Í drúgvum leiki vant hann spakuliga úr Martini Poulsen, ið annars stóð væl við hvíta fólkinum.
42 ára gamli fyrrverandi føroyameistarin frá 2002, Hans Kristian Simonsen, hevur somuleiðis fingið eina flúgvandi byrjan. Í gjár syfti hann Eliasi Petersen í stórum stíli. Kongaálop, rókaoffur, síðani varð kongurin rikin um alt borðið til hann at endanum varð settur skák og mát. Slíkt sæst sjáldan nú á døgum.
Jón í Horni Nielsen hevur hálvtannað stig á triðja plássi. Tað var um reppið, at hann aftur vann í gjár, men tað eydnaðist Peturi Gardar Magnussen at bjarga sær remis við ævigum skáki.
Í fjórða talvinum vann Luitjen Akselsson Apol trygt á Flóvini Matras Tummarson.
Støðan í Landsliðsbólkinum eftir tvey umfør:
1-2. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2 stig
1-2. Hans Kristian Simonsen (KT) 2
3. Jón í Horni Nielsen (ST) 1½
4-5. Elias Petersen (HT) 1
4-5. Luitjen Akselsson Apol (HT) 1
6. Petur G. Magnussen (HT)1
7-8. Martin Poulsen (HT) 0
7-8. Flóvin M. Tummasarson (HT) 0
3. umfar, 30. mars
Høgni Egilstoft Nielsen - Elias Petersen
Hans Kristian Simonsen - Jón í Horni Nielsen
Luitjen Akselsson Apol - Martin Poulsen
Petur G. Magnussen - Flóvin M. Tummasarson
Hinir bólkarnir
Telvað verður eisini í øðrum bólkum. Í 1. bólki hevur Rókur Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag sum hin einasti fult stigatal eftir tvey umfør.
Sama er at siga um Boga á Kósini, eisini úr Klaksvíkar Talvfelag, sum er einsamallur á odda í almenna bólkinum.
Og í unglingabólkinum er Andrew Xin úr Havnar Telvingarfelag á odda við fullum stigatali.
Triðja umfar verður telvað í dag. Byrjað verður klokkan 14.00. Fylgjast kann við leik fyri leik á netinum. Higartil hevur tøknin verið heldur svikalig, tí báðar dagarnar er sambandið farið til toppborðið, har Høgni Egilstoft Nielsen er annar parturin.
Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: www.faroechess.com.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



