Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: At tryggja lág- og miðalløntum fólki eitt trygt lív
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin gjørt eina samlaða meting av, hvussu verandi skattaskipan ávirkar lág- og miðalinntøkur, og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri inntøkubýtið í samfelagnum?
2. Metir landsstýrismaðurin, at núverandi skattaskipan lyftir tey á niðastu rókunum nóg mikið, ella er neyðugt at lækka skattin hjá teimum við lág- og miðalinntøkum fyri at minka um ójavnan?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at endurskoða skattaskipanina við tí fyri eyga, at gera hana meira rættvísa og betri hóskandi til fíggjarligu støðuna hjá teimum við lág- og miðalinntøkum?
4. Hvørjar møguligar broytingar í skattaskipanini metir landsstýrismaðurin kunnu bøta um møguleikarnar hjá fólki at ogna sær bústað?
5. Hevur landsstýrismaðurin gjørt greiningar av, hvussu ójavnin í inntøkum og skattabyrðu er broyttur seinastu árini, og hvussu hetta eigur at ávirka komandi skattapolitikk?
6. Hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka innan skattapolitiska økið fyri at tryggja eina meira javna og burðardyggari skattaskipan frameftir?
Viðmerkingar:
Sambært almennum hagtølum er kostnaðarstøðið í Føroyum millum tey hægstu í norðuratlantsøkinum.
Spurningurin er, um landsstýrismaðurin heldur tað vera rímiligt, at arbeiðandi fólk í vaksandi mun, hava trupult við at fáa lønina at røkka til. Hetta rakar serliga tey við lág- og miðalinntøkum, sum hava torført við at rinda húsaleigu, keypa matvørur og tryggja sær eitt virðiligt og trygt lív.
Spurningurin er eisini, um landsstýrismaðurin heldur tað vera rímiligt, at tað næstan er ógjørligt hjá vanligum arbeiðsfólki, handverkarum, røktarum, heilsustarvsfólki og øðrum lág- og miðal løntum at ogna sær ein bústað, tí prísirnir eru farnir langt upp um tað, sum lønirnar klára at fylgja við. Hetta ger, at gjógvin millum lønarbólkar veksur, og alsamt fleiri enda í fátækra váða, hóast tey arbeiða fulla tíð.
Arbeiðarafjøldin hevur stóran týdning fyri samfelagið, og tí er spurningurin, um landsstýrismaðurin ætlar at fremja broytingar í skattaskipanini, so tey við lág- og miðalinntøkum hava møguleika at liva eitt trygt lív av teirra lønarinntøku.
Við hesum í huga verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Á Løgtingi, 23. juni 2026
Sámal Petur í Grund
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



