Vinnumálaráðið: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fekk mánadagin handað nýggja frágreiðing um havbotnsmineral á føroyska landgrunninum, sum Uni Árting og Heri Ziska, ið báðir eru granskarar á Jarðfeingi, hava gjørt.
Frágreiðingin lýsir, hvat havbotnsmineral eru, og um møguleikar eru at finna hesi á føroyska landgrunninum. Roynt er at gera eina tilfeingismeting viðvíkjandi nøkrum sløgum av havbotnsmineralum, og ein yvirskipað ætlan er gjørd fyri, hvussu vit flyta okkum til eitt støði, ið ger tað møguligt at taka vitanargrundaðar avgerðir.
Havbotnsmineralir innihalda evni, sum tróta í altjóða tøknivinnuni, og sum eru ein fortreyt fyri, at tøkniliga menningin kann halda fram. Tí er ikki óhugsandi, at tað í framtíðini kann gerast ein nýggjur vinnuvegur at útvinna hesi evni.
Umframt at leggja frágreiðinga fram góvu granskararnir á Jarðfeingi eisini sítt tilmæli um, hvussu arbeiðast kann víðari við hesum næstu árini. Í fyrstu atløgu er ætlanin at fara undir fyrireikandi arbeiðið í sambandi við eina møguliga nýggja djúphavsvinnu.
Landsstýrismaðurin takkaði fyri eina áhugaverda framløgu, og segði at gott er við framsígnum fólkum, sum duga at síggja potentiali, at vísa á møguleikar og at gera uppskot til, hvussu komið verður víðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



