Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire
Lesarin skrivar

Um somu tíð, sum Høgni Mohr skrivar um sunnudagskúlatíð sína, hava Islamistar framt ágang og morð á  Ísraelskar borgarar, eisini heilt fram til nú á døgum.

Hizbollah (Libanon), Hamas (Gaza) og Palestinskt Islamskt Jihad hava verið virknir í fleiri ár.

Hetta nervaði ikki lítla alvan og heldur ikki trøll-vaksna Høgna, hann helt kjaft um hetta.

World Watch List 2024: sigur, at 365 millioner kristin eru forfylgd í verðini – TAÐ tykist IKKI at nerva Høgna – Høgni Mohr heldur kjaft um hetta.

Ímóti endanum á greinini “Kristiligur ágangur” skrivar Høgni:

Banahøggið fekk mín affiliering við sokallaðan kristindóm í Føroyum í kjalarvørrinum av Gasa.

At tey, eftir mínum tykki, víðgongdu og sjálvproklameraðu kristnu í Føroyum onkursvegna hálovaðu m.a. barnadrápunum, ið Ísrael náðileyst framdi í Gasa - meðan hini meira hóvligu hjá kirkjuni og KvF, sum fóðra kollektiva kristna tilvitið við morgunlestrum og líknandi, hildu kjaft - fekk mín persónliga kalik at flóta yvir.

Eg veittraði føroyskum kristindómi endaliga farvæl.”

Endamálið tykist vera at leggja eftir “kristnum” og leggja tey undir at onkursvegna at hálovaðu m.a. barnadrápum í Gasa.

Í greinini er ein greytur av søgum um menniskju, ið Høgni heldur elva ólevna (avdøming).

Høgni dømir alt um ein kamb, einki vigar á positiva bógvin – og so er tað tað ókristiliga kristiliga, sum hevur skuldina.

Kanska vísir Høgni bara sítt “menniskjaliga” lindi í avdøming síni??

Niðurstøðgan um Gasa er “følilsis-porno” uttan søguliga grundan.

Og so er greinin sjálvandi eisini ein gloypibiti hjá áhugabólkinum “Samhugi við Paleastina”, ið deilir hana.

Hesi fólk hava annars áður víst sítt ódámliga lindi og avdúka seg sum lyguvætti.

Her er ein TikTok leinkja, ið gevur eina skjóta lysing av søguliga stríðnum:

The Nakba was a human tragedy. But history did not begin halfway throu... | TikTok

Andrass Skaalum
17.06.2026

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #