Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Frá 1. januar 2027 verður dýrari at fáa heimahjálp og umlætting í Tórshavnar kommunu. Tað upplýsir kommunan á heimasíðuni.

Býráðið samtykti broytingarnar 19. november eftir felags leisti hjá Kommunufelagnum.

Sambært nýggju prístalvuni hækkar tímagjaldið fyri heimahjálp við umleið tveimum til átta krónum, alt eftir inntøku. Lægsta gjaldið hjá teimum, sum rinda, hækkar úr 70 upp í umleið 72 krónur, meðan hægsta tímagjaldið hækkar úr 280 upp í umleið 288 krónur.

Hjá borgarum við árligari inntøku undir 50.000 krónur umframt fólkapensjón og Samhaldsfasta verður heimahjálpin framvegis ókeypis.

Gjaldið fyri samdøgursumlætting hækkar úr 221 upp í 227 krónur. Ein vika fer sostatt at kosta 1.589 krónur, og fýra vikur fara at kosta 6.356 krónur – 168 krónur meira enn nú.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #