Jehova vitni: Fleiri enn 9 milliónir Jehova vitni kring heimin bjóða í løtuni til eitt serligt møti. Á hesum møtinum fara fólk at hoyra um ta góðu framtíðarvónina, sum Bíblian lovar okkum.
Høgtíðin til minni um deyða Jesusar, kvøldmáltíð Harrans, verður hósdagin 2. apríl 2026. Á hesum møtinum verður ein fyrilestur, sum greiðir frá, hvat Jesus hevur sagt um framtíðina hjá menniskjum.
„Jesu lív og alt tað, hann lærdi fólk, meðan hann var á jørðini, hevur stóran týdning fyri nógv kring heimin. Vit vóna, at henda serliga høgtíðin, sum kristin hava hildið í næstan 2000 ár, fer at hjálpa fólki at síggja, hvussu tað, at Jesus ofraði sítt lív, gevur okkum eina fantastiska framtíðarvón“, sigur Rasmus Nielsen, talsmaður hjá Jehova vitnum í Føroyum.
Fyri næstan 2000 árum síðani, tann 14. nisan ár 33 sambært jødiska kalendaranum, stovnaði Jesus kvøldmáltíð Harrans saman við ápostlunum hjá sær. Tað kvøldið bað Jesus sínar lærisveinar gera tað, sum stendur í Lukas 22:19: „Gerið hetta til minni um Meg.“
Jehova vitni fylgja hesum boðunum hvørt ár og halda kvøldmáltíð Harrans tann dagin, sum svarar til tann 14. nisan. Tað gera tey fyri at minna seg sjálvi á tað, sum Bíblian sigur um, at alt á jørðini fer at blíva gott aftur. Fleiri enn 21 milliónir vóru við á minningarhøgtíðini í fjør.
Viss tú vilt vita meira um kvøldmáltíð Harrans, og hvussu tú finnur nærmasta møtistaðið, ert tú vælkomin at fara inn á www.jw.org> um okkum > minningarhøgtíð. Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



