Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak
Innlendis ítróttur

Heini Vatnsdal úr B36 er boðsendur til venjingardystin móti San Marino - Mynd: www.FSF.fo

Heini Vatnsdal úr B36 er boðsendur til venjingardystin móti San Marino - Mynd: www.FSF.fo

Heini Vatnsdal úr B36 er boðsendur til venjingardystin móti San Marino - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Tað eru skjótt trý ár síðani, at 34 ára gamli Heini Vatnsdal seinast var partur av A-landsliðnum. Skaðar hava darvað miðverjanum, ið hava verið so mikið álvarsamir, at hann ikki hevur verið nóg birgur til landsliðsfótbólt hesa tíðina.

Men til venjingardystin móti San Marino komandi leygardag, verður Heini Vatnsdal millum teir 23 spælararnar, ið landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein hevur at ráða yvir.

– Tað er deiligt at vera við aftur, og eg gleði meg til at vera partur av hesum hópinum. Eg føli meg væl, og merki lítið og einki til tað, ið annars hevur argað, sigur Heini Vatnsdal, ið higartil er skrásettur fyri 37 A-landsdystir, við heimasíðuna hjá FSF.

Heini avloysir Andrias Edmundsson, ið hevur givið avboð. Andrias hevur spælt rættuliga nógv seinastu vikurnar, og tað hevur givið føroyinginum í Seriu A nakrar snuddir á vegnum. Og fyri at koma hesum til lívs, hevur Andrias givið avboð til dystin móti San Marino.

Venjingardysturin millum San Marino og Føroyar verður á San Marino Stadion leygardagin 28. mars klokkan 14:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #