Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna 
Svarari: Beinir Johannesen, løgmaður 
Evni: Herd revsing fyri brotsverk ímóti børnum  

Spurningar:   
1. Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um at herða revsingina fyri lógarbrot, sum snúgva seg um at gera seg inn á børn?

2. Metir løgmaður, at tað ber til at meta lógarbrot ímóti børnum í einum lítlum samfelagi sum størri brot, sum skulu revsast harðari, enn í størri samfeløgum?  

3. Um so er, at løgmaður ætlar at arbeiða fram ímóti at herða revsingina, hvat er so hugsanin at gera?

Viðmerkingar: 
Revsiramman í málum, sum snúgva seg um at gera seg inná børn, so sum barnaporno, neyðtøku, grooming, samlegu við barn undir 15 ár, blúnisbrot, avnoyðslu/hóttanum (sextortion), myndatøku uttan loyvi og siðamisbrotum, kann ikki sigast at vera serliga høg.

Fyrningarfreistir verða ásettar í mun til revsirammu, og av tí, at revsiramman fyri t.d. barnaporno er so lin, fyrnast hesi málini skjótari enn onkur onnur lógarbrot.

Tá tað hinvegin snýr seg um lógarbrot í sambandi við rúsevni, verða dómarnir í Føroyum herdir munandi í mun til dómar í samsvarandi málum í Danmark, tí mett verður, at rúsandi evni hava størri og skaðiligari ávirkan á eitt lítið samfelag.

Tá fólk gera seg inn á børn í Føroyum, er ofrið enn meira útsett, tí samfelagið er so lítið, og vitanin um eitt offur hongur ofta við í samfelagnum restina av lívinum. 

Á Løgtingi, 18. juni 2026 
Fía Selma Nielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #