Sjálvútnevndi krígsmálaráðharrin í USA, Pete Hegseth, er vorðin andlitið í álopskrígnum hjá USA móti Iran.
Hvør er hesin maðurin?
Yvirmenninir lurtaðu við foldaðum hondum, blundandi og við boygdum høvdi.
Framman fyri teimum stóð maðurin, sum leiddi bønina.
Hansara kristni boðskapur snúði seg um harðskap.
Nógvan harðskap.
- Latið hvørt skot raka teir, sum eru fíggindar av rættvísinum og okkara stóru tjóð, segði hann.
Síðani bað hann "Jesus Kristus, kong alra konga" um hjálp til at fremja "ovurstóran harðskap móti teimum, sum ikki hava uppiborið miskunn", soleiðis at "óndskapurin kann rekast burt, og sálir teirra óndu kunnu fara niður í æviga glatan".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



