At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Hitabylgjan í Fraklandi hevur elvt til ógvusligan vøkstur í talinum av druknaðum.

Síðani 18. juni eru 40 fólk deyð, upplýsir franska stjórnin í dag.

Seinastu dagarnar hava myndugleikarnir aftur og aftur ávarað um hættisligan hita, heitt á fólk um at halda seg í skugganum mitt um dagin og mint fólk á vandarnar við at svimja uttan eftirlit ella í ókendum sjógvi, skrivar norska TV2.

Síðsta nátt var tann heitasta, sum nakrantíð er skrásett í Fraklandi, síðani mátingarnar byrjaðu í 1947.

Miðal minsti hitin var 21,6 stig. Fyrra metið frá 2019 var 21,4 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #