32 ára gamli Oliver Tree, sum skuldi vera høvuðsnavnið á G! festivalinum seinni í summar, er deyður av tyrluvanlukku í Brasilia.
Oliver Tree, sum er úr Kalifornia, var saman við fýra øðrum í eini tyrlu nærhendis Rio de Janeiro í Brasilia. Tyrlan stoytti saman við eini aðrari tyrlu, og øll fólkini lótu lív í báðum tyrlunum.
- Vit bíða til í næstu viku við at fyrihalda okkum til hettar reint praktiskt. Eg haldi ikki, at G! Festivalurin hevur verið raktur av júst slíkum umstøðum fyrr, so hettar mugu vit líka finna útav, hvussu mann takklar slíkt. Í dag lurta vit eftir tónleikinum, og mann kann ikki annað enn undrast. Við sangheitum sum "Miss You" og "Life Goes On", kennist tað onkusvegna, sum hann sjálvur hevur gjørt soundtrack'ið til hendan sorgardag, sigur Høgni Lisberg, tónleikastjóri á G! við KvF.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



