Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen
Onnur tíðindi

Iran er alt annað enn nøgt við áhaldandi ísraelsku álopini á Libanon og tí sleppa at kalla ongi skip at sigla ígjøgnum Hormuz sundið, sum annars er partur av avtaluni um vápnahvíld.

Iranska tíðindastovan FARS, sum hevur tætt samband við iransku kollveltingarhirðuna, boðaði í gjár frá, at sundið fyribils er stongt aftur fyri almennari ferðslu, og á Marinetraffic sæst, at sera fá skip eru at síggja har á leiðini. Vanliga sigla yvir 100 skip gjøgnum sundið hvønn dag.

Eisini frættist frá iranskum álopum á fleiri grannalond seinasta samdøgrið. Eitt nú hevur Iran roynt at oyðileggja rørleiðingina hjá Saudi Arabia til Reyða havið. Saudi Arabia hevur brúkt hesa rørleiðingina fyri at sleppa undan at sigla oljuna gjøgnum Hormuz sundið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #