𝐇𝐨𝐲𝐝𝐚𝐥𝐚𝐫 – 𝐄𝐯𝐞𝐧𝐭𝐳.𝐟𝐨 – 𝐓𝐣𝐚𝐫𝐧𝐢𝐫.𝐟𝐨: Ein av stjørnunum í tónleikarøðini Hoydalar er Eyðun Nolsøe – frændin, ið verður roknaður millum fremstu føroysku tónaskøldini ígjøgnum tíðina.
Leygarkvøldið 4. apríl kl. 19:30 verður eisini høvi at uppliva hann í serligu konsertini Við Tjarnir, saman við teimum seks ungu spírunum – Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna og Sophilia.
Tey fara at framføra sangir úr sendingini. Hetta verður samstundis seinasta ferð, at tey standa saman á palli.
Kim Hansen fer at leiða áskoðararnar trygt ígjøgnum konsertina saman við húsorkestrinum, ið vit kenna úr sendingini. Eins og sendingarnar hava bjóðað upp á óvæntaðar løtur, verður konsertin eisini full av spennandi og óvæntaðum tónleikaupplivingum.
Konsertin verður Við Tjarnir leygarkvøldið 4. apríl kl. 19:30.
Ger skjótt av og keyp atgongumerki á www.eventz.fo og www.tjarnir.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



