Kringvarpið hevur tikið avgerð um at gera fleiri partar av væl umtóktu sendingini Hoydalar.
Tað avdúkaði Finnur Koba, framleiðari, í sendingini Góðan Morgun Føroyar í morgun.
Tilsamans fimm eru gjørdir higartil, og teir hava verið sendir hóskvøld seinastu vikurnar. Sendingin í kvøld verður tann seinasta á hesum sinni.
Men góða móttøkan hevur gjørt, at tey í KvF ætla at halda fram við sendingini, og í næstum fara tey at hava "casting", tað er at velja út, hvør skal vera við í sendingini. Á heimasíðuni hjá KvF fer at bera til at gera vart við seg, um ein hevur hug at luttaka, bleiv sagt.
Eisini varð sagt, at avtala er gjørd við Tutl, so sangirnir frá hesi sesongini koma út á Spotify. Teir eru longu at finna á Youtube.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



