Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney
Tónleikur

Hoyrnin og Voxbotn: Við slagorðinum "Lat ikki Voxbotn vera eitt eingangsknall – brúka hoyrivernd" halda Hoyrnin og Voxbotn fram við samstarvinum fyri at seta fokus á hoyrivernd á Føroya størsta tónleikatiltaki. Málið er at tryggja, at festivalgestir kunnu njóta tónleikin og góða stemningin, samstundis sum teir verja hoyrnina.

– Vit eru sera fegin um, at samstarvið heldur fram, tí tað ger veruligan mun. Tað loysir seg at hava fokus á trygd, at fólk ansa eftir oyrunum og brúka hoyrivernd. Vit skulu ansa eftir hvørjum øðrum, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari av Voxbotn.

Eitt tónleikatiltak av hesum slagnum hevur eisini eina ábyrgd við sær. Tí verður arbeitt miðvíst við fyribyrging og góðum umstøðum, so øll kunnu fáa eina góða og trygga uppliving.

– Voxbotn er ein stór uppliving fyri nógv fólk, og tí vilja vit ganga á odda, tá tað snýr seg um trygd. Fyrireikarar, starvsfólk, vaktir, samarittar og øll, sum varða av festivalinum, standa saman um, at trygdin skal vera í hásæti, sigur Rúni Djurhuus.

Tónleikur skapar minnir fyri lívið, men hoyrnin skal eisini halda alt lívið. Tí er hoyrivernd ein natúrligur og týdningarmikil partur av góðu festivalupplivingini.

– Tað er umráðandi at verja oyruni og taka ábyrgd, meðan vit njóta tónleikin og tann góða stemningin. Vit síggja tíbetur eisini, at fleiri og fleiri velja at brúka hoyrivernd, sigur Jutta Helgadóttir, stjóri í Hoyrnini.

Á stórum konsertum kann ljóðstøðið koma upp um 100 decibel, og tá kann sjálvt stutt eksponering uttan hoyrivernd økja um vandan fyri varandi hoyriskaða ella tinnitus. Skaðin kemur ofta spakuliga og kann ikki lekjast. Tí er tað umráðandi at verja oyruni, tá vit eru úti fyri nógvum larmi.

– Hóast vit síggja eina jaliga menning, er framvegis neyðugt at minna á, at hoyrnin skal halda alt lívið. Tí fara vit framhaldandi at arbeiða fyri at økja um vitanina um hoyrivernd og gera hana til ein natúrligan part av øllum tónleikaupplivingum, sigur Jutta Helgadóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #