- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Tiltøk

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Skótalið KFUM´s: Hugsunardagur er ein altjóða skótadagur, har skótarørslan minnist hjúnini og stovnarnir av skótarørsluni, Lord Baden Powel og Olave Baden Powell. Leygardagin 21. februar, fara skótar, smáskótar og úlvar í havn í kirkju í Havnar kirkju kl. 11.00 til 12.00.

Theodor Eli Olsen prestur prædikar.

Guðstænastan er almen, so afturat skótum, foreldrum og syskjum, so eru øll hjartaliga vælkomin til Guðstænastu.

Eftir Guðtænastuna eru øll vælkomin út til skótadepilin millum Tjarna í Havnardali, har vit hava almenna móttøku í samband við 85-ára stovningarhaldi hjá Skótalið KFUM’s, ið bleiv stovna 9. februar 1941.

Millum Tjarna samlast øll í Tórgarðið kl. 13.00 til hugnaligt legubál, og tá er eisini møguleiki at síggja skótadeplinum. Okkurt lítið og lætt verður til góman.

Í samb. við stovningardagin hjá Skótalið KFUM’s, eru skótahølini við Hoydalsvegin 6 eisini opin fra kl. 13.00 til kl. 1800, so fólk ið hava áhuga, kunnu síggja umstøðurnar hjá skótaliðnum.

Veitsla verður fyri innbodnum í KFUM kl. 1800 í samb. við 85 ára haldi, sum gamlir skótar, ið kalla seg KFUM popparnir, skipa fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #