Føroysku løntakarnir eru í eini tvungnari pensjónsuppsæringarskipan og liggur uppspæringin á uml. 8-900mió. árliga og um heilt fá ár er upphæddin um milliardina og meir árliga.
Allar hesar pengar geva vit upp í hendurnar á nøkrum heilt fáum persónum at umsita.
Astrup plagdi at taka til, tá eginpeningurin krympaði nakað, at “nú er det sku vores penge i leger med”. Tað er akkurat tað vit lata pensjónsfeløgini gera fyri okkum.
Og sum eg havi skilt, so hyldnaðist árið hjá pensjónsfeløgunum serstakliga illa í fjør, og tað er ikki meir enn næst best sum tað í heila tikið hildnast hjá feløgunum sum umsita okkara pensjónir/pengar.
Ístaðin fyri at fara út á alltjóða fíggjarmarknaðirnar, átti landi at gjørt avtalu við tryggingarfeløgini vegna okkum øll um at fíggja tunnilin her heima.
Landi kann tað sama tryggja okkum pensjónsuppspararum hasi 4-5%ini í avkasti, sum at landi tryggjar einum amerikanskum pensjónskassa ella danska statskassanum hasar pengarnar.
Svínoy, 20. februar 2026
Frímund Hansen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



