Skúlablaðið: Hvørjir eru lærararnir, sum undirvísa í føroyskum í hádeild í fólkaskúlanum, og hvat ber til at siga um, hvussu teir velja høvuðsverk?
Í triðja parti av greinarrøð umrøður Helena Kannuberg, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini, føroysklæraran í hádeild.
Innsavnaðu dáturnar geva okkum eina yvirskipaða mynd av føroysklæraranum í hádeildini, tí spurt var um kyn, starvsaldur, og hvørt lærarin hevði føroyskt á linju ella ikki.
Leggja vit fyri við kyni, so vísa innsavnaðu dáturnar, at 78 % av føroysklærarunum í hádeildini eru kvinnur, og 22 % eru menn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



