Fischer heinesen (tv) og Jarnum, Jordal og Halvorsen.
Fischer heinesen (tv) og Jarnum, Jordal og Halvorsen.
Í góðum bókum eru ofta forløg og lagnur, sum vit koma at fagna og fyri lívið gerast hugtikin av.
Í stutta meistaraverkinum “Mýs og menn” eftir John Steinbeck (1902-68), sum fekk Nobelprísin í 1962, kemur fyri eitt løgið vinalag millum tann lítla og gløgga George og tann bulmikla og barnsliga Lennie, sum droymir um eitt lítið hús við beiti fyri har í friði at dvølja við kaninum og liva av “fiti jarðarinnar” (1. Mós. 27.39).
Á bóndagarði, teir koma til, er ein serstaka evnaligur garpur, sum bara er bestur til alt arbeiði, og sum ikki helmar í, um vandi er á ferð, og sum øll hini á garðinum dáma og hávirða. Og so eigur hann hetta við - empati (innliving) - táið George bølir yvir eirindaleysari atgerð.
Hesin framúr garpur hevur altíð mint meg um læknan Olaf Halvorsen (1913-1993).
Úrmælingar
Tí tílíkar heilstoyptar hetjur finnast, ið kunnu stíga í karakter, og sum ikki dvína fyri mótgongd og órætti - hvussu nógv tað kostar! Og sum á havsins lagnuløtum kunnu avrika, at bæði skip og manning bera boð í bý.
Júst sum hendi, táið “Hans Hedtoft” fórst, tann 30. januar 1959, og táið Poli, varð sagt, við“Fiskanes” í náttarniðu og kolandi stormi helt inn millum ísfjøllini á Kappanum - við farnari antennu og sløknaðum ljóskastara.
“Løgdu vit tá í staðin út frá landi, so lógu vit allir 26 mans sum beinagrindir á Hvarvinum í dag”, hevur Mortan Johannesen (1942-2024) eins og Absalon Absalonsen (f. 1939) sagt frá.
Royndir og viðmæli
Olaf var hart royndur frá barnsbeini av, sum faðirleysur 2 ára gamal og 5 ár, táið mamman, pianistinna, doyr av herviligari sjúku, og misti 14 ára gamal góða abba sín á Eysturbrúgv, har hann vaks upp.
Olaf hevði sera góðar gávur, hann leyp ein klassa um í millumskúlanum og streyk ígjøgnum allan tann krevjandi lestur til læknaprógv í 1939.
Við 8 ára hollum royndum og viðmælum frá sjúkrahúsum í Danmark og Svøríki í sálarsjúku, heilivági og skurðviðgerð kom hann í starv á landssjúkrahúsinum í Havn 1. juni 1947:
“Dr. Halvorsen er særdeles flink, villig og interesseret. Er pligtopfyldende og stilfærdig af væsen og objektiv i sine overvejelser og hurtig skelnende mellem væsentligt og uvæsentligt. Underviser velovervejet.
Er rolig og behersket i sin fremtræden, retlinet af karakter, altid venlig og imødekommende. Er energist med særdeles gode egenskaber og udmærket evne til at komme i kontakt med patienter.”
Halvorsen og læknafelagið
Eftir krígslok setti stýrið fyri læknafelagið sær ein gerðarrætt – uttan juridiska hjálp - at kanna atburð limanna undir krígnum. Halvorsen møtti hvørki til fundar ella varð funnin sekur av hesum rætti, tó sendi hesin “rættur” Halvorsen rokning fyri sítt fundarvirksemi, saman við eini “formellari” misnøgd. Kanska eitt slag av avláti fyri stýrisins egnu ótýdligu samvitsku?
Heilstoyptur rindaði Halvorsen ikki rokningina, sum kundi tolkast til, at hann hevði framt “nakað” til sakar. Og fyri hesa sýting koyrdi stýrið hann úr felagnum.
Hetta var tað sama “reinlynta” og her dømandi stýrið, sum uttan rættarkenslu, læknalyfti og moral, tann 25. mars 1945, samtykti (bara Mogens Fenger, formaður og yvirskurðlækni á Diakonistelsen, atkvøddi ímóti) at sýta fyri at nøkur læknahjálp yvirhøvur varð veitt teim 200.000 flóttunum úr tí sundur bumbaða Týsklandi – neyðtiknar gentur og kvinnur og útarmaði, foreldraleys smábørn – ein triðingur var undir 15 ár - og av hesi vanlukku avgerð doyðu 13.000 børn av vanligum sjúkum í 1945! Sig so tað.
Kirsten Lilloff, yvirlækni og ph.d. í søgu, skrivar: “ Flygtningene blev ofret af Danmark, fordi man i den givne politiske situation ikke turde vise barmhjertighed, og fordi krigen herhjemme havde skabt et etnisk had mod alle tyskere”.
Tíðin í Tórshavn
Halvorsen varð skjótt kendur kring landið sum framúr lækni, fattur og kvikgongdur, og ein sum ikki søplaði tíð sína burtur.
“Kom Halvorsen og bað um nakað, ið honum tørvaði ein dag kl. 10, so var alneyðugt at útvega hetta – tí, tá stóð hann har!”, segði Petur Jacob Sigvardsen (1932-2025), høvundur og heiðursdoktari í søgu, sum kendi Halvorsen væl árini 1949-52.
Ein maður lá á skurðborðinum, illa á holdum komin við bløðandi magasári, og myndugi yvirlæknin (Dahl) stóð klárur við skalpell í hond. Tá kom Halvorsen inn og segði høviskur, sum helst fáur hevði vágað sær: “Maðurin má av aftur borðinum, tí hann hevur fingið skeivan heilivág”.
Og so varð. Maðurin varð frískur eftir stuttari tíð, og gavst ikki fyri lívið at rósa Halvorsen fyri hansara lívbjargandi vælgerð. Maðurin bleiv 102 ára gamal og var pápi Petur J. Sigvardsen.
Mong eru tey, sum Halvorsen seinni grøddi, har ið aðrir læknar komu til kort, so sum: Kristoffur Jensen, Freydis Poulsen, Eyðun Joensen og Amaliu Hansen (1926-2024), einkarsystir Páll R. Poulsen (1924-2020), ið var deyðkomin av fosturforgiftingi, og sum Halvorsen – eftir allar úrslitaleysar royndir við heilivági - grøddi á ein heilt serstakan hátt, so at bæði mamma og barn komu væl undan! Eisini skurðviðgjørdi Halvorsen eitt fáar vikur gamalt barn - og Gidda livir enn, sum eitt vala vív!
Tíðin í Klaksvík
Í Havn kundi ein vitiliga fáa góða viðgerð og heilivág sama dag, um nakað varð áfatt. Meðan aðrastaðni kring landið tók tað dagar – um tað yvirhøvur bar til - at veita læknahjálp.
Vagn Stærmose, sjúkrahúslækni fyri Norðoya læknadømi, doyði í 1949, og eini 2 ár fram røktu 16 ymiskir vikarar hetta starv, ið læknadømið fevndi um: 7 oyggjar við 25 bygdum - og fleiri bygdarløg við ongari lending.
At hesar ólíku umstøður til læknahjálp kring landið elvdu til misnøgd, tað skilur einhvør.
Heitt varð tá á Halvorsen at fara til Klaksvíkar - við lyfti um fast starv seinni. Hann kom norður 1. juni 1951. Fólk varnaðist skjótt har norðuri við, at talan var um læknaligan úrmæling, sum tey vitiliga ynsktu varð verandi.
Starvið sum sjúkrahúslækni varð síðani lýst leyst. Halvorsen søkti, men bleiv av sjúkrahússtýrinum vrakaður til fyrimunar fyri lækna við kommunulæknaroyndum. Ein særandi ófrættakensla kendist millum norðoyingar.
Óunniligu søgugongd málsins hereftir, hana kenna øll, ið vilja tað, úr bókini “Herskin Herðindi”.
Givið er, at ein meiriluti tíðum happar minnilutar, og her helst 5%-arar við - men bara so evarska lítið í mun til, hvat ið 95%-meirilutin fekk at føla frá meiriluta embætismanna. Í okkara klassa vóru “5”-ara børn/næmingar; men eingin varð happaður fyri hetta. Havi kannað og minnist hetta væl.
Gongdin í stuttum
Fyrst var ein friðarlig adressa við 95% undirtøku til frama fyri, at Halvorsen fyrimyndarliga helt fram í starvinum. Síðani endaleysar áheitanir og sáttligar samráðingar við allar myndugleikar - bæði her heima av Fischer Heinesen og niðri við av Páll R. Poulsen – og alt uttan til nakra ávirkan.
Kommunustýrið bleiv skift út. Formaður tess valdur á Ting. Fólkaligar forðingar á bunkar enda. Vaktarhald á fjøllunum og um sjúkrahússøkið við, aðalverkfall og havnarlagið lá avbyrgt fyri innsigling í eina viku.
Og sum svar til givna neyðarkallið og umbønir býarins um betri læknahjálp valdu myndugleikarnir heldur eina aðra loysn: Tann 1. okt. 1955, stevndu trý vælmannað krígsskip inn eftir vágni - veipandi við 110 mm løgdum kanónum.
Eitt rættiligt hernaðar álop, sum bar til sváran harðskap, hundbitin og avbard hampafólk, harðligar handtøkur, skeiklaðar dómsviðgerðir og fangahús – og komst alt hetta av, at eitt útlendskt fakfelag forfylgdi einum ósekum og útkoyrdum limi. So himmal rópandi høpisleyst og veruleikafjart!
Arbeiðsdagurin
Frá fyrsta degi stóð Halvorsen stinnur og sannur. Hann segði fólkinum á staðnum frá: “Eg eri einsamallur lækni og eri sagdur úr starvi, men eg kann ikki fara frá teim sjúku vegna mítt læknalyfti - fyrrenn ein avloysari er komin”.
Og hann var púra einsamallur lækni í 4 ár, tí kommunulæknin (limur í læknafelagnum) rýmdi knappliga, og tí framdi Halvorsen allar skurðir og viðgerðir sjálvur. Eingin bleiv sendur til Havnar. “Hann svav kanska 4 tímar um náttina”, segði Andrea, góða kona hansara.
Tí hann var ein LÆKNI, og ikki ein fakfelagsligur hólkur, sum felagarnir royndust, men var líka ágrýtin, greiður og reinlyntur, sum táið Chr. Djurhuus, løgmaður, 5. aug. 1954, ringdi hann upp:
Halvorsen: “Hvad ønsker De at tale med mig om. Er De patient?”
Løgmaður: “Det er om lægesagen.”
Halvorsen: “Lægesagen har jeg overhovedet intet med at gøre, det er en sag mellem “folket” og myndighederne. Den vil jeg ikke indblandes ind i. Jeg passer mine patienter.”
Ótakkir og álop
Frá læknafelag landsins fekk hann ongar sømdir. Mundu hesir bíða eftir, at Halvorsen fór útslitin at hoykna undir hesi ovurhonds byrðu – dag og nátt - við ongum frídegi í 3 – 4 ár?
Læknafelagið sendi, sum stein omaná byrðu, eitt ónæriligt skriv í hvørt hús við útspilling av Halvorsen persónliga - afturvið “nazi-kortinum” - um hansara stutta limaskap sum ungur í danska nasistaflokkinum.
Til hetta álopið svaraði Halvorsen líka so høviskur aftur: ““Min assistance som læge vil blive ydet til syge mennesker, så længe de ønsker og trænger til den, og så længe min samvittighed over for mit land og mit folk byder mig det.
Således stod jeg, da jeg i 1942 var rede til at gøre det samme på den tyske østfront, og således står jeg i Klaksvig i dag, den 9. apríl 1953”.
Var Halvorsen her framman fyri sína tíð?
Læknahjálparfelagið “Médecins Sans Frontières” (MSF), “Læknar Uttan Mørk”, varð stovnað í Fraklandi 1971 - við tí somu áskoðan, sum Halvorsen longu hevði -- og í Danmark 1993.
Felagsins høvuðsendamál er: “At koma við skjótari hjálp fram til tey neyðstaddu, hagar ið neyðin er størst og óansæð hvør ið sjúkur er ella særdur av krígsávum”.
“Læknar Uttan Mørk” veitir, sum er, neyðhjálp til umleið 10 milliónir sjúklingar um árið. Felagið er uttanveltað og fekk Nobels Friðarheiðursløn í 1999.
Móttøka og fráferð
Høvdu læknarnir Jarnum og Jordal, sum avloystu Halvorsen, væntað at finna ein beiskan og niðurslitnan mann, so vórðu teir tiknir á bóli.
Sáttliga og virðiliga tók Halvorsen ímóti teimum, tann 10. mai 1955, á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum myndin sýnir: Og hvussu hugtiknir teir lýddu á hansara gjøgnumgongd.
Fattur í klædningi stendur Halvorsen og greiðir teim gjølla frá hvørjum sjúklingi sær, og so fór hann sama dag av sjúkrahúsinum og familjan úr heimi sínum. Tey gistu hjá Jonu og Páll R. Poulsen til tey tann 13. mai við “Trondhjem” eitt stilt kvøld fóru siglandi út eftir vágni.
“Det var en imponerende oplevelse!”, greiddu hjúnini gripin frá. Táið øll ljós á skipaflotanum har knappliga tendraðust og hingið var í øllum floytunum – hetta til heiðurs fyri henda hendinga MANN og LÆKNA - sum tey inniliga vónaðu kom aftur til Klaksvíkar.
Tilveran í Danmark
Hans Martin Rubin (1932-2002), journalistur og jødi, leitaði Halvorsen upp við nærgongdum spurningum undir Boganum í Kjøpinhavn, har ið hann helt til.
Halvorsen svaraði reiðiligur, sum vant: At hann stóð við sín limaskap í DNSAP, og hann fór úr hesum flokki á sumri í 1940. Og at hesin flokkur hevði einki við týska nazismu at gera, og at hann als einki visti um týskar týningarlegur.
At hann føldi seg heima í Klaksvík og fegin fór hagar aftur undir normalum viðurskiftum, men væntaði ikki, at hetta lagaði seg so. Og rætt fekk hann.
Hann hevði ikki rindað tær kr. 601,50 til læknafelagið. Hann kendi teirra ósømiliga muru, sum tó ikki gjørdi hann beiskan. Tað sama var við fjølmiðlum, ið skrivaðu niðrandi um hann, hóast eingin – ikki ein teirra – hevði sett seg í samband við hann.
Ein dómari bað Halvorsen koma á fund við seg. Tá møtti hann og spurdi straks, um hann var ákærdur fyri nakað, og til hetta svaraði dómarin noktandi. Tá segði Halvorsen: “So havi eg einki her at gera” - og fór av fundi. Soleiðis var hann. Líka so stinnur og lat seg ikki taka á bóli ella kúga.
Tað frættist, at Halvorsen um neyðugt fór heim til sjúklingarnar, og hetta gav honum almikið at takast við. Mangur føroyingur við leitaðu til hannsara undir Boganum.
Eftirmæli úr Føroyum
Føroysk søgufólk hava tað til felags, at tey vóru IKKI fødd – og vóru ikki á staðnum - táið orrustan fór fram í Klaksvík. Og tey taka øll undir við 5%-minnilutans niðrandi umrøðu av norðoyingum yvirhøvur - sum sinnisliga brekaðar, og hava harvið valt tað sama sjónarmiðið, sum tað ófatiliga stýrið fyri tað danska læknafelagið hevði, sum forfylgdi tí heiðurliga læknanum, Olaf Halvorsen, fyri lívið.
Hetta var sama stýrið - sum sjálvt noktaði at veita læknahjálp til tey útarmaðum flýggjandi úr teirra týska Holocaust! Og kunnu menniskju og læknar - ikki minst - loyva sær hetta? Ein óhugnalig hugsan! (Kirsten Lilloff).
Í bókini, “Færøerne efter freden”, Aarhus Universitetsforlag 2020, verður, sum ikki einaferð, “nazi-kortið“ drigið fram: ... det viste sig, at lægen, Olaf Halvorsen, havde været medlem af det danska nazistparti...”, og har verður síðani reflekterað um læknastríðið á ein hátt, ið avdúkar ein vantandi kunnleika til lívið, áræði og virksemið í og út frá Klaksvíkar býi.
“How many roads must a man walk down. Before you call him a man? ... Yes, how many times must a man look up. Before he can see the sky? ... The answer, my friend, is blowin' in the wind - is blowin' in the wind” (Bob Dylan).
Hvør veit frá søgu at siga
Verður ein brotsgerð framd ella hendir ein vanlukka í einum framkomnum landi, so er evidenta áheitanin frá løgreglu og fjølmiðlum: “Var nakað vitni har á staðnum, táið hetta hendi?”. So sjálvsagt!
Sjálvur var eg á staðnum í Klaksvík og var við í hesum stríði og veit tí um, hvat ið tá fór fram – og kendi allar hesar menn persónliga - sum positivt virkaðu fyri sámiligari loysn av málinum. Og tey ungu, røsku við, sum ikki lótu sær lynda, at vera roknað sum annan klassa borgarar í egnum landi og tí mótmæltu við at gera og bresta nakrar bumbur, kortsluttaðu háspenningslinjuna av Brúnaskarði v. m. – og eg stuðli framvegis 100% ynskið frá 95%-arunum - sum inniliga ynsktu eina betri røkt av hesum læknaliga mest vanrøkta parti av landinum.
Jú, Olaf Halvorsen stóð óræddur við tað, at hann eitt stutt skifti sum ungur var lógligur limur í einum lógligum flokki fyri kríggið. Og er tað ólógligt at vera lógligur? So hvat var - og er - problemið?
Tveir úrmælingar
“Men edilingur hugsar sum edilingur, og hann stendur fastur í tí, sum aðalkyn er í.” (Es.32.8).
Annar er Olaf Halvorsen, ið stinnur toldi allar atsóknir og mótgongd, og hin er heiðursmaðurin Fischer Heinesen (1901-91), sum í Eystara landsrætti varð dømdur 12 mánaðir í fangahúsi fyri sítt aðalborna eyðkenni og virksemi: “Treystur at tala sak teirra vanrøktu í Norðuroyggjum”.
Táið ”Tjaldrið”, tann 21. apríl 1955, kl. 7, sníkjandi kom - ein tíma fyrr enn vanligt - við embætismonnum úr Havn at seta fútabann móti Halvorsen, kendist tað sum eitt lokabragd, sum østi fólk upp, so at tey seinni róku hesa fjallskipan um buktina og norður á Kósina, har ið “Tjaldrið” lá.
Hvør kyrraði tá fólkið - og gekk allan vegin í fremstu røð saman við embætisliðinum - og hetta fyri at einki ilt skuldi henda teimum? Tað var havnarfútin Fischer Heinesen!
Tann 27. september 1955 hevði nýggja sjúkrahússtýrið fund í Klaksvík og settur varð tá ein nýggjur avloysari – sum IKKI varð Halvorsen!
Hetta frættist skjótt, og táið stýrið var á veg oman til “Thorshavn”, sum lá og bíðaði, møttu rísin fólk teimum, sum vitiliga vildu hava greiðu á, hvat ið nú bleiv av lyftinum frá Viggo Kampmann, fíggjarmálaráðharran, um Halvorsen.
Hvør kom tá tí sperda stýrinum til hjálpar og leiddi tað inn á politistøðina, har stýrið sjálvt og trygt læsti seg inni? Og hvør var maðurin, sum gekk ímillum stýrið og fólkið uttanfyri til semja varð funnin móti morgni? Tað var havnarfútin Fischer Heinesen!
Í landsrættarhølinum, tann 19. mars 1956, sat Fischer undir hesi grotesku ákæru: ... at have anstiftet og ledet et opløb af mennesker, der med vold og trusel om vold overfaldt dommer Erik Rendal...! Og tann sama ákæra varð endurtikin viðvíkjandi:... medlemmerne af sygehusbestyrelsen...!
Tann 24. mars sat Fischer Heinesen aftur, og sum vant púra róligur, í Eystara Landsrætti. Meðan sveittin lak av rættarformanninum Chr. Biilgaard (1900-59), sum las dómin upp. Og hví var hesin munur?
Hetta lati eg yvir til lesaran at meta um, hvør teirra tað var, ið her hevði reina samvitsku. Og hvørt dómurin var rættarliga rættur ella um dómurin heldur var politiskt korrektur til høvið?
Heiður og tign
Fischer kom væl lærdur heim til Klaksvíkar eftir kríggið. Hann vildi heldur vera havnarfúti við Klaksvíkar havn enn verða sjómansskúlastjóri í Svendborg ella Marstal, og hann valdi heldur í heimbygdini at seta á stovn sjómansskúla: At rætta kumpas, brævskúla, kvøldskúla, fiskivinnu átøk, kokkaskúla, setuskipara, longdina, stýrimann og telegrafist útbúgving fyri evnaligar unglingar, sum annars onki høvi tá høvdu at ogna sær eyka lærdóm. Sum tann idealistur, ið Fischer Heinesen var.
Reist verða minnisplátur og standmyndir av og yvir summi heiðursfólk. Og tað er gott.
Men tit fedrar býarins í Klaksvík: Man nakar hava henda heiður meiri uppibornan enn hesir, ið veruliga rindaðu ein ómetaligan prís til frama fyri býin og Norðuroyggjar, sum júst hesir báðir: Olaf Halvorsen og Fischer Heinesen?
Empati
Grípandi eru brøvini til Fischer í fongslinum: “Statt stinnur. Tann ónda tíðin fer einaferð at enda. Tá verður tú vælkomin til okkara. Fjøldin og vit heilsa tær”. (Sóknarstýrið í Klaksvík, Arbeiðsmannafelagið, Útróðrarfelagið og Kvinnufelagið). Og m.a. hetta: “Góði Fischer, takk fyri at tú ikki vildi vera “vinur keisarans”!”.
Og Fischer sum skrivaði til ungu dóttur sína, Doris; “Ja, takk fyri at tú skrivar um at verða settur í fongsul fyri sannheits skuld, ja, tað er tað, ið pápi tín situr fyri, og tað eigur ikki at vera tungt hjá okkum at bera”.
Og frá Halvorsen kom henda heilsa til Fischer : “... vi kan forstå, at det har været en meget streng tid for alle – og at De er blevet gjort til syndebuk for det meste af, hvad myndighederne bebrejder nordringerne ... vi sender Dem og Deres familie vore bedste ønsker om alt godt i fremtiden. Deres hengivne Andrea og Olaf Halvorsen.
Var Halvorsen trúgvandi?
Sonur segði um pápa sín: “Det er en overdrivelse at sige, at min far var religiøst interesseret. Han følte sig måske tiltrukket af det kristelige liv, men han var frisindet”.
Djúpast sæð er hetta fyribrigdi vitiliga ein spurningur millum tann einstaka og Hin Almáttuga.
Tó eftir stendur hetta: At Olaf Halvorsen í roynd og veru fyri lívið var meiri kristiligur enn bæði eg og mong við mær, sum eru ella siga seg vera kristin.
Arnstein Niclasen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



