Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney
Politikkur

...her vísi eg til sjónvarpstíðindini í kvøld 19. juni. Har frættu vit um álopið hjá Hizbollah á Ísrael og svar Ísraels uppá hetta sama. Sjálvandi bleiv alt, sum vanligt, vent á høvdið av kringvarpinum, har er tað jú altíð Ísrael, sum byrjar, og terrorfelgsskapurin Hizbollah og Iran (landið sum í hópatali drepur egnar ósekar borgarar), sum onki hava at gera í Libanon, eru ósek.

MEN! meðan saudi-arabiski journalisturin MALAK HARB greiðir frá, at «ísraelsk álop hava dripið minst 16 fólk, and the Israeli army announces, that four of their soldiers HAVE BEEN KILLED in southern Libanon», so verður hetta av Kvf. týtt til, at: «ísraelsk álop hava dripið minst 16 fólk, og sambart ísraelska herinum eru FÝRA ÍSRAELSKIR HERMENN DEYÐIR í suður Libanon.

Tvs.,at ísraelskir hermenn drepa fólk, meðan ísraelskir hermenn, sum verða dripnir (have been killed), «eru deyðir»- ikki dripnir?

Hví fremur kringvarp okkara aftur og aftur og aftur slík listinlærd álop á Ísrael? Veit stovnurin ikki, at hetta er beinleiðis vandamikið og lættliga kann øsa upp jødahatur. Er hetta ikki tað nærmasta, tú kann koma at øsa upp antisemitismu?

Og so verður tað gjørt fyri tvangskravt kringvarpsgjald!

HVÍ???

Jenis av Rana
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #