Í dag er fólkatingsval í Danmark og harvið eisini í Føroyum og Grønlandi, sum hvør velja tveir limir í danska Fólkatingið. Samlaða talið á tingsessum í Fólkatinginum er 179.
Í Føroyum hava 38.945 fólk valrætt. Tey kunnu velja ímillum 52 valevni sum stilla upp fyri 5 flokkar.
Seinast val var til Fólkatingið var í 2022, tá var valluttøkan 71,3%.
Valhølini lata upp klokkan 9 og eru opin til kl 8 í kvøld ella so leingi fólk eru sum velja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



