Vestmanna.fo: Lisa er fødd í Vestmanna 21. februar 1926. Foreldur hennara vóru Hanna og Jóhan Klein. Tá Lisa bert var fýra ára gomul, mistu hon og systkini, Jógvan og Poula, mammu sína av tuberklum. Nøkur ár seinni giftist pápin uppaftur við Marin, og saman fingu tey trý børn.
Sum ung var Lisa á húsarhaldsskúla í Haslev, men annars hevur hon búð í Vestmanna altíð. Sum vaksin arbeiddi hon fyri tað mesta í handli, millum annað hjá Otto Jacobsen og í Klædnabúðini.
Lisa var gift við Albin Simonsen úr Vestmanna, og saman eiga tey fimm børn. Albin andaðist í 2017. Í dag býr Lisa á Grønanesheiminum.
Nú Lisa fyllir 100 ár, eru fýra borgarar í Vestmanna, sum eru 100 ár ella eldri.
Vestmanna kommuna ynskir Lisu hjartaliga til lukku við stóra degnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



