Um tú hevur spælt poker í ein hálvan tíma, og tú framvegis ikki veitst hvør er rukkan, so er tað tí at tú ert rukkan
- Warren Buffett

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú hevur spælt poker í ein hálvan tíma, og tú framvegis ikki veitst hvør er rukkan, so er tað tí at tú ert rukkan
- Warren Buffett
Onnur tíðindi

Høvuðssætið hjá iranska herinum sigur, at "støðufasta og mótstøðuføra tjóðin" hevur latið "eyðmýktu amerikansku og zionistisku fíggindarnar við ikki øðrum vali enn at góðtaka ósigur og yvirgeva seg."

Tað skrivar statsliga iranska tíðindastovan IRNA, og vísir til eina fráboðan frá høvuðssætinum hjá iranska herinum, Khatam al-Anbiya, sum kom í morgun eftir tíðindini um, at ein rammuavtala millum USA og Iran er komin uppá pláss, skrivar DR.

Sambært E24, so vita vit hetta um fyribilsavtaluna, sum er gjørd millum USA og Iran:

Ikki endalig avtala: Hetta er eitt ætlanarskriv, ikki ein endalig avtala. Veruligar samráðingar um fløkt viðurskifti kring kjarnorku- og rakettætlanirnar hjá Iran skulu fara fram seinni. Í 2018 tók Trump aftur eina kjarnorkuavtalu (JCPOA) við Iran, sum kom í gildi í 2016.

Vápnahvíldin er longd: Vápnahvíld var longu galdandi, hóast hon hevur verið brotin fleiri ferðir. Nú er hon longd við 60 døgum. Tað skal eisini vera galdandi fyri Libanon, men Ísrael hevur sambært BBC givið boð um, at Ísrael ikki er bundið av avtaluni.

Hormuzsundið skal latast upp: Í teoriini skal Hormuzsundið latast upp frá fríggjadegnum, men minur skulu takast burtur og tryggingarfeløg skulu vera sinnað at tryggja skip. Tað tekur eisini umleið ein mánað at flyta eina skipslast til Asia, soleiðis at oljan og gassið kemur til reinsiverk, ídnað og brúkarar. Sama er galdandi fyri vørur sum aluminium og helium.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #