Øll hugsa um at broyta heimin, men ongin hugsar um at broyta seg sjálvan
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Øll hugsa um at broyta heimin, men ongin hugsar um at broyta seg sjálvan
- Leo Tolstoy
Innlendis ítróttur

FSF/Polestar-deildin: ÍF – SÍ 1-3 (19-25, 19-25, 25-20, 20-25)

Við sigri á SÍ í gjárkvøldið kundi ÍF verið farið framum SÍ á stigatalvuni, men ósigurin merkir, at ÍF ístaðin er farið fimm stig afturum SÍ, sum eisini eigur ein dyst til góðar, og tí fara møguleikarnir hjá fuglfirðingum at koma í FM-finalurnar at fækka, nú ÍF bara hevur fimm dystir eftir at leika.

Dystin í gjár vann SÍ rættilig greitt, hóast ÍF vann triðja sett.

Eftir at ÍF hevði vunnið fyrsta stigið í fyrsta setti, settið SÍ seg tungt á restina av settinum, sum varð vunnið 25-19. Í øðrum setti var ÍF frammanfyri til 8-7, tá ið SÍ fór framum, og so líðandi dró frá og vann settið 25-19.

SÍ var aftur á odda í triðja setti, men eftir 11-10 til SÍ eydnaðist ÍF at leggja seg framum og vinna settið 25-20.

Hóast hetta megnaði ÍF ikki veruliga at koma afturíaftur, og skjótt hevði SÍ lagt seg á odda 15-9 í fjórða setti. ÍF gjørdi tá ein vørr og minkaði um munin niður í 16-17, men eftir leikbrá dró SÍ frá aftur og vann settið 25-20.

Støðan í Polestar-deildini:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Mjølnir

12

20

29

2

10

18

24

3

ÍF

11

5

19

4

Fleyr

9

-15

6

5

Ternan

10

-28

0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #