Ternan - ÍF (21-25 23-25)
Tað var ein tættur steypadystur millum Ternuna og ÍF. Í fyrsta settið spældi Ternan sikkurt, ímeðan ÍF leikarirnir gjørdi fleiri feilir.
Í øðrum settið rættaði ÍF um feilirnar og serliga hevði Hákun Nón góðar mótøkur, blokk og smash. ÍF sá út til at vinna dystin, tá støðan var 20-24, men tá kempaði Ternan seg aftur inn í dystin. ÍF tók sítt fyrsta time out í dystinum tá støðan var 22-24 og sítt seinna time out tá støðan var 23-24. Seinasta og avgerðandi smashið í dystinum, átti dagsins spælari, Hákun Nón.
Dagsins spælari: Hákun Nón
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



