Sjóvinnufelagsskapurin hjá ST, IMO, hevur fyribils steðgað átøkunum at flyta skip og manningar í Hormuzsundinum, skrivar Reuters.
Orsøkin til steðgin er, at eitt farmaskip hósdagin varð rakt av einum ókendum skoti út fyri strondini í Oman í Hormuzsundinum. Skipið fekk materiellan skaða, men eingin fólkaskaði er fráboðaður, sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



