Føroya Váðaráð: Føroya Váðaráð hevur hildið 33. fundin og metir framvegis, at tað í løtuni ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnaði í føroyska bankageiranum. Váðaráðið vísir tó á, at útlánsvøksturin er øktur gjøgnum 2025, og at virksemið í føroyska búskapinum hevur verið stórt í nógv ár á rað við einum teprum arbeiðsmarknaði og veksandi sethúsaprísum, sum kunnu vera tekin um, at sykliskir systemiskir váðar eru í umbúnað. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum var 9% í januar 2026 og stavar serliga frá øktum útlánum til privatu vinnuna. Føroya Váðaráð heldur vakið eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum.
Búskaparligu lyklatølini vísa, at virksemið í føroyska búskapinum er stórt. Hóast laksaprísirnir lækkaðu í 2025, varð útflutningsvirðið av laksi kortini positivt, tí nøgdirnar av útfluttum laksi vuksu. Á ávísum øðrum fiskasløgum eru kvoturnar skerdar, men útflutningsvirðið er ikki minkað, tí prísirnir eru øktir nógv á millum annað toski, hýsu og makreli. Tað er framvegis trýst á føroyska arbeiðsmarknaðinum, hóast útlendska arbeiðsmegin hevur minkað nakað um trýstið. Arbeiðsloysið var 1% í januar 2026, lønargjaldingarnar vuksu við 7,1% í februar 2026 (árligur vøkstur), og talið av starvsfólki veksur framvegis, hóast tað er við einum lægri vøkstri, enn áður.
Kortnýtslan endurspeglar í ávísan mun bjartskygnið hjá húsarhaldunum. Kortnýtslan vaks í 2025 samanborið við árið fyri, og tað bendir á, at bjartskygnið hjá húsarhaldunum ikki er minkað. Í nýggjastu brúkarakanningini hjá Hagstovu Føroya var bjartskygnið óbroytt, men lønarhækkingar, skattalætti og lægri rentur og inflatión stuðla undir privatu nýtsluna. Sambært útlánskanningini hjá Landsbankanum siga bankarnir, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum er betrað við tað, at rentulækkingarnar hava økt um tiltøkupeningin. Sethúsaprísirnir eru øktir nógv í 2025, og tað er ein fyrimunur hjá sethúsaeigarum, men stóri vøksturin í sethúsaprísunum ger tað truplari hjá teimum, ið vilja ogna sær ein bústað fyri fyrstu ferð. Tøl hjá Føroya Banka vísa, at sethúsaprísirnir vuksu við 14% í Havn, 12% í stóru bygdunum og við 4% í smáu bygdunum í 2025 samanborið við í 2024. Føroyski bústaðarmarknaðurin er tí framvegis eyðkendur av, at útboðið ikki megnar at fylgja við stóra eftirspurninginum.
Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 9% í januar 2026, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Ein útlánsvøkstur á 9% er lutfalsliga høgur, men tað skal síggjast í ljósinum av gongdini í búskapinum – millum annað er búskaparvøksturin í leypandi prísum mettur at vera um 6% í 2025, og lønargjaldingarnar vuksu við umleið 7% í 2025. Útlánsvøksturin stavar nú serliga frá útlánum til privatu vinnuna, meðan hann áður í størri mun hevur stavað frá útlánum til kommunur, almenn feløg og húsarhald. Útlánsvøksturin til privatu vinnuna var 20% í januar 2026 (almenn feløg eru ikki tald uppí). Útlán til privatu vinnuna eru knýtt at størri váða, enn útlán til almenna geiran. Útlánsvøksturin til privatu vinnuna stavar frá útlánum til tilfeingisvinnuna og tænastuvinnuna, millum annað innan fiskiveiðu, flutning sjóvegis, og gisti- og matstovuvinnuna.
Útlánsvøksturin til húsarhaldini var eitt vet omanfyri 7% í januar 2026, og tað stavar frá bústaðarlánum. Samlaði útlánsvøksturin frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum til føroyskar kundar var 8% í januar 2026.
Innlánini í føroysku bankunum eru framvegis vaksandi; í januar 2026 var innlánsvøksturin 10,6% frá føroysku kundunum. Innlánsvøksturin hjá húsarhaldunum var 8,7% og hjá vinnuni var hann 9,1%, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Samlaða innlánsyvirskotið í føroysku bankunum, íroknað deildina hjá Føroya Banka í Grønlandi, var 3,4 mia. kr. í januar 2026. Innlánsyvirskotið er økt við 800 mió. kr. frá januar 2025 til januar 2026.
Føroya Váðaráð metir, at tað í løtuni ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnaði í føroyska bankageiranum. Váðaráðið vísir tó á, at útlánsvøksturin er øktur gjøgnum 2025, og at virksemið í føroyska búskapinum hevur verið stórt í nógv ár á rað við einum teprum arbeiðsmarknaði og veksandi sethúsaprísum, sum kunnu vera tekin um, at sykliskir systemiskir váðar eru í umbúnað. Harafturat hevur geopolitiska órógvið økt um óvissuna sum heild við hægri orkuprísum og møguliga hægri inflatión. Føroya Váðaráð heldur framvegis vakið eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.
Onnur evnir
Váðaráðið hevur millum annað fingið kunning um eftirstøður av skuld hjá kundum í føroysku bankunum. Eisini hevur Váðaráðið fingið kunning um avsetingar og tap á útlánum til vinnu- og privatkundar. Í 2025 vóru avsetingarnar hjá føroysku bankunum 3,6% av samlaðu útlánunum og veðhaldunum til vinnukundarnar, men tapini vóru 0%. Samstundis vóru avsetingarnar 0,8% av útlánunum og veðhaldunum til privatkundarnar, meðan tapini vóru 0,1%. Váðaráðið fekk harumframt innlit í skuldar- og nettoskuldarstøðuna hjá feløgum, sum føroysku bankarnir veita fígging til, og hvussu stór skuldin hjá einstøku feløgunum er samanborið til eginpeningin hjá bankanum. Váðaráðið varð eisini kunnað um arbeiðið við korttilbúgving og tilbúgvingini fyri reiðupening í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



