Í einum opnum brævi til amerikanska fólkið skrivar iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, at landið "ikki hatar vanligar amerikanarar."
Í skrivinum, sum statsliga iranska rásin Press TV gav út mikukvøldið, biður amerikanarar hyggja framvið tí, sum hann kallar krígspropaganda, og sigur, at "iranska hóttanin" er ein fabrikatión hjá USA fyri at selja vápn, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



