Tað er ikki nøkur løtt uppgáva sum bíðar teimum 3.500 hermonnunum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sent til Iran.
- Komið bara, vit bíða eftir at seta eld á tykkum, eru boðini frá iransku kollveltingarhirðuni í kvøld.
Washington Post skrivar, at USA ætlar at seta servændar hermenn í land í Iran at berjast ímóti teirri mótstøðu sum er.
Samstundis frættist, at Iran hóttir við at leypa á Universitet sum USA hevur í Miðeystri, eitt nú Texas A&M University í Qatar og New York University í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Iran hevur givið USA freist til í morgin á middegi til at fordøma álop á iranskar lærdar háskúlar seinastu dagarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



