Iran hevur í kvøld sent nógvar rakettir ímóti norðara parti av Ísrael. Tað skriva fleiri tíðindastovur.
BBC skrivar, at ísraelska loftverjan tó hevur megnað at vart landið ímóti teimum flestu rakettunum.
- Hetta er byrjanin uppá eina heila viku við nógvum álopum á Ísrael, sigur iranska kollveltingarhirðan, sum lovar bæði rakettir og dronur til fíggindin er blivin bangin og steðgar við at fremja fleiri brotsgerðir, sum sagt verður.
Hetta er fyrsta beinleiðis álopið hjá Iran á Ísrael síðani avtaluna um vápnahvíld í Apríl.
Iran hevur hótt Ísrael við álopum, eftir at Ísrael hevur framt fleiri álop á Hizbollah í libanska høvuðsstaðnum, Beirut.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



