Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire
Innlendis ítróttur

ÍSF: Fyrsta árið eggja vit øllum arbeiðsplássum í Føroyum at vera við í Ítrótta- og rørsluvikuni og fáa leiðarar at siga: “Vit eru við”. Samanhaldið, ið kann vera á einum arbeiðsplássi, har starvsfelagar eru saman um mál og eggja hvør øðrum, er ein styrki, ið vit vilja knýta at rørslu á arbeiðsplássum. Vit eru eisini sannførd um, at tá góðir leiðarar ganga á odda, fylgja starvsfólkini við.

Ítrótta- og rørsluvikan verður í døgunum 14.-18. september. Vit eggja leiðarum til at seta ein kross í kalendaran og skapa karmar fyri, at starvsfólk kunnu taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni.

Vit heita á allar leiðarar á øllum arbeiðsplássum í Føroyum at hugsa um, hvussu tú kanst seta rørslu á dagskrá á tínum arbeiðsplássi
- Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstý
riskvinna í Heilsumálum.

Ymiskt er, hvat hóskar seg á ymsu arbeiðsplássunum, og tí fara vit í vikunum beint undan ítrótta- og rørsluvikuni at vísa á hugskot um, hvussu tit kunna leggja rørsluátøk ella felags ítróttavenjingar til rættis. Tað skal vera ómakaleyst at vera partur av Ítrótta- og rørsluvikuni. Vit vilja gera rørslu sjónliga í gerandisdegnum. Øll rørsla munar – at ganga trappurnar heldur enn lyftuna, fara felags gongutúr í døgurðatímanum, gera morgunfimleik ella hava kropsliga virknar fundir.

Skráseting
Fyri at gera tað lætt hjá øllum føroyingum at taka lut og røkka rørslumálum, ið arbeiðspláss hava sett sær fyri, hava vit gjørt eina heimasíðu www.itrottaogrorsluvika.fo  har til ber at fáa kunning, íblástur og ikki minst, at skráseta seg sum einstakling, fyritøku ella stovn.

Uppgávan hjá tykkum verður at skráseta rørsluna á heimasíðuni. Síðani átaka vit okkum at umrokna rørsluna til metrar. Soleiðis savna vit allar tykkara metrar og leggja alt saman, og soleiðis kunnu vit staðfesta, hvussu nógv føroyingar hava rørt og flutt seg hesa vikuna.

Talan er um eitt felags átak, har vit øll savnast um rørslu, arbeiðsgleði, felagsskap og betri trivnað.

Vit heita á øll arbeiðspláss í Føroyum um at skráseta seg á heimasíðuni www.itrottaogrorsluvika.fo longu nú.

Sama um tú ert leiðari á einum lítlum ella stórum arbeiðsplássi – ja líkamikið hvar í landinum tú ert, so vóna vit, at tú, sum leiðari, fert at taka av hesi innbjóðing og fert at seta rørslu á dagsskrá á tínum arbeiðsplássi í september.”
- Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum.

Fólkaheilsuráðstevna
9. september 2026 verður skipað fyri fólkaheilsuráðstevnuni «Rørsla á arbeiðsplássinum», ið hevur til endamáls at savna arbeiðspláss og borgarar í Føroyum um rørslu, og at fáa leiðslur at seta rørslu á dagsskrá sum heilsufremjandi leiðsluátøk.

 “ØLL SKULU VIÐ - tað er málið, og tá leiðarar ganga á odda, flyta vit land
- Marita Debess Magnussen, aðalskrivari í ÍSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #